Dómprósturin nøgdur við valið

Hóast kanska ikki so stór kapping var millum listar í øllum kirkjusóknum, er Uni Næs, dómpróstur, væl nøgdur við undirtøkuna, kirkjuráðsvalið í gjár fekk.

Í gjár var kirkjuráðsval kring tað nógva av landinum, og tilsamans vórðu vald 155 fólk í 22 kirkjuráð. Kirkjuráðsvallógin fyriskrivar, at har yvir 500 kirkjufólk eru, skal kirkjuráðsval vera fjórðahvørt ár, og hetta var fyrstu ferð, at val var eftir nýggju lógini.

Tað var bara í trimum kirkjusóknum – í Klaksvík, Gøtu og Skopun – at veljast kundi millum tveir listar, meðan bara ein listi var í 19 kirkjusóknum. Men hóast kanska ikki so stór kapping var millum listar allastaðni, er Uni Næs, dómpróstur, væl nøgdur við undirtøkuna, kirkjuráðsvalið fekk hesaferð.

Hoyr samrøðu við Una Næs við at trýsta á pílin undir myndini.