Hondbóltshugað kring heimin kunnu gleða seg, tí í døgunum 5. til 20. desember verður HM í kvinnuhondbólti avgreitt í Danmark. Trý norðurlond eru við í kappingini. Umframt Danmark eru Noreg og Svøríki eisini við til HM-endaspælið í kvinnuhondbólti. Kvinnuhondbóltur á høgum støði er ein hin vakrasta kvinnuítróttin, ið finst, og uttan iva fara nógv at fylgja við HM-endaspælinum í Føroyum eisini.
Vertstjóðin, Danmark letur tað ikki fara stillisliga framvið, at teirra kvinnur skulu kappast um at vinna HM-heitið.
Kropsmálings-listamaðurin, Monty Knowles hevur brúkt fleiri tímar uppá at kropsmála nakrar av teimum kendastu spælarunum á danska HM-liðnum. Á myndini síggjast Louise Burgaard, Kristina «Mulle» Kristiansen og Trine Jensen kropsmálaðar á ein heilt sjáldsaman hátt.
Við danska blaðið BT sigur Louise Burgaard: - Hugskotið er, at vit skulu vísa ein stemning, sum bæði er listakendur og krígskendur. Á ein hátt síggja vit uppá okkum sjálvar, sum krígsstríðskvinnur, ið skulu út at stríðast, sigur Louise Burgaard.