Dopaðir fótbóltsspælarar fingu menningartarnað børn

Óvanliga nógvir av teimum, sum mannaðu tað algerska fótbóltslandsliðið í HM-endaspælinum í 1982, fingu seinni børn við ymiskum menningartarni. Nú er illgruni um, at spælararnir vóru dopaðir, og at tað er orsøkin

Undan HM-endaspælinum í fótbólti í 1982, sum var í Spania, vóru tað fá, sum góvu tí algerska landsliðnum stórvegis møguleikar at vinna á sínum mótstøðuliðum. Hetta var jú fyrstu ferð, at liðið úr Norðurafrika var við í einum endaspæli.

So mikið størri var tað, tá teir norðurafrikonsku spælararnir megnaðu at vinna teirra byrjanardyst, sum var ímóti sjálvum Vestutýsklandi. Tá á døgum var tað ikki hvønn dag ella í hvørjari kapping, at tað stjørnumannaða vesturtýska landsliðið tapti í innleiðandi umfarinum í einari meistarakapping. Men teir algersku spælararnir settu tað sigursvanda týska liðið upp á pláss við at vinna 2-1 - eitt úrslit, sum kom púra óvart á allan fótbóltsheimin.

Eitt lítið ættarlið seinni er tað ein sannroynd, at ikki færri enn átta av teimum algersku spælarunum hava fingið menningartarnað børn. Nú hava nakrir teirra gjørt vart við seg, og teir vilja hava staðfest, um nakað samband er millum teirra luttøku í HM-kappingini í 1982 og tað, at so nógvir teirra hava fingið børn við menningartarni.

-Vit vilja hava at vita, hvørja ávirkan tær tablettirnar, sum vit fingu á venjingarleguni upp undir HM-endaspælið, høvdu. Nú vilja vit hava sannleikan fram, sigur fyrrverandi verjuspælarin Mohamed Chaib við fronsku tíðindastovuna AFP.


Doyði 18 ára gomul
Mohamed Chaib og konan fingu tríggjar døtur, og allar vórðu føddar við sjúkuni Duchenens vøddadystrofi. Hetta er ein arvilig sjúka, sum ger, at vøddarnir ikki menna seg ikki, sum teir eiga. Ein av teimum trimum gentunum doyði av sjúkuni í 2005. Hon var 18 ára gomul.

Kona Mohamed var til fleiri kanningar á sjúkrahúsinum, men teimum kom einki burturúr.

Ein annar av teimum algersku HM-spælarunum var Djamel Menad. Hann fekk eina dóttur í 1993 ella ellivu ár aftan á HM-endamálið í Spania, men eisini hon var menningartarnað. Hon hevði sjúkuna corpus callosum, ið eisini er ein sjúka, sum ger, at vøddarnir ikki mennast, sum teir skulu.


Fingu tablettir

-Tá eg seinni frætti, at eg var ikki tann einasti av spælarunum, sum hevði fingið barn við menningartarni, fór eg at hugsa meg um og at seta spurningar. Tað er heilt útilokað, at hetta er tilvildarligt, sigur Djamel Menad. Hann er ikki í iva um, at samband er millum tablettirnar, sum spælararnir fingu frá læknunum, og tey menningartarnaðu børnini, sum spælararnir seinnu fingu.

-Vit fingu vitaminir og tablettir, sum skuldu avmarka orkumissin aftan á venjing og dystir, sigur hann við AFP.

Tað eru kortini ikki allir spælararnir, sum eru so ivingarsamir. Ali Fergani, sum var liðskipari á HM-liðnum í 1982, heldur ikki, at nakað samband er millum tað, sum spælararnir fingu frá læknunum, og tey menningartarnaðu børnini.

-Vit vóru so nógvir, sum vóru við í fyrireikingunum, og tað eru bara nakrir av øllum, sum hava fingið børn við menningartarni, sigur hann.

-Eg dugi heldur ikki at minnast, at vit fingu annað enn C-vitaminir, sigur Ali Fergani.


Royndarkaninir?

Mohamed Kaci Said, sum var á algerska miðvøllinum í 1982, eigur eina 26 ára gamla menningartarnaða dóttir, og hann heldur, at teir útlendsku læknarnir, sum landsliðið hevði í Spania, kunnu hava brúkt spælararnar sum royndarkaninir.

Royndir aðrastaðni hava avdúkað, at ítróttarmyndugleikarnir í Sovjetsamveldinum og gamla Eysturevropa brúktu ítróttarfólk til at royna ymisk dopingevni við, uttan at tey vistu av tí.

-Tað er neyðugt við einari neyvari og óheftari kanning av hesum, tí annars fáa vit ikki sannleikan at vita, sigur Mohamed Kaci Said.

Teir algersku myndugleikarnir hava ikki gjørt nakrar viðmerkingar til málið.

([email protected])
(Kelda: AFP)


MYNDATEKSTIR:

Mynd Algeria I:
Mustapha Dahleb var ein av spælarunum á algerska landsliðnum, sum púra óvæntað vann á Vesturtýsklandi í HM-endaspælinum í 1982. Her sæst hann í nærdysti við sjálvan Paul Breitner (Mynd: AFP)


Mynd Algeria II:
Eitt annað bragd hjá algerska 1982-liðnum var at vinna 3-2 á Kili. Her skorar Salah Assad annað av sínum málum í tí dystinum (Mynd: AFP)