Floyd Landis sleppur eftir øllum at døma ikki at kalla seg vinnara av Tour de France serliga leingi. Amerikumaðurin, sum á 17. etapuni í ársins útgávu av stóru súkklukappingini, setti alt feltið upp á pláss, hewvði nevnliga eitt óvanliga høgt tal av Testosteron í blóðinum, tá hann eftir etapuna var til doping-eftirlit. Sambær týska ARD, so var sonevndi epitestosteron-kvotienturin heilti 11/1. Mest loyvda markvirðið er 4/1, so tað er greitt, at talan er um óvanliga høgt tal. Sjálvur sigur Landon, at hann ikki hevur verið dopaður, og nú verður bíðað eftir sonevndu B-royndini, sum altíð verður tikin, um fyrsta royndin er positiv.