Double up í singer/songwriter

Tíðindaskriv

Kári Páll Nolsøe og Jóannes Lamhauge sungu seg í singer/ songwriter finaluna



Tað var ikki sørt av spenningi í luftini, tá minuttirnir spakuliga rullaðu framvið hálvgumtíggju leygarkvøldið. Hafnia Lounge var annað leygar-kvøld á rað stúgvandi fult av fólki. Hetta seinna innleiðandi umfarið tókt-ist vera rættiliga opið viðvíkjandi, hvør kundi kallast favorittur.
Ein hálvan tíma seink-að byrjaði Jógvan A. Jacobsen kappingina. Hann var tann einasti av luttakarunum leygarkvøldið, sum hevði roynt seg í kappingini í fjør. Tað var hugvekjandi at síggja, hvussu hann tókt-ist tryggari við sína fram-førslu í ár. Hann hevur eina sterka rødd, sum hann hevur gott tak á.
Ragnar í Vík hevur somuleiðis gott tak á sínari rødd. Hann var kanska kendasti luttak-arin leygarkvøldið, men samstundis kanska nakað ókendur í singer/song-writer høpi. Hann var síðstur at spæla, og fólk fingu at hoyra country tónleikin, hann er kendur fyri. Serliga slap hann væl frá sanginum ognaðum konu sínari.
Inniligt undirhald
Sum ávíkavíst nummar tvey og trý fóru Jóannes Lamhauge og Kári Páll Nolsøe á lítla pallin. Hesir báðir megnaðu báðir at syngja seg víðari í kappingini. Men tað verður so sanniliga ein fjøllbroytt finala: Stílurin hjá teimum eru øgiliga ymiskir.
Kári undirhelt í stórum stíli og dugdi væl at fáa áhoyrarnar at kenna seg væl. Hann spældi nógv við orðunum og kláraði væl at fáa sín boðskap fram í meldiøsu sangunum hjá honum.
Jóannes Lamhauge sang meira bleytt og inniligt. Tað var rørandi at hoyra hann syngja leygarkvøldið. Tað var týðu-ligt, at tað búði nakað veruligt aftan fyri orðini hjá honum.
Dómararnir hildu so nógv um teirra framførslu, at teir báðir tveir sleppa at vera við finaluni.
Útlendskir dómarar
Nakað heilt serligt við innleiðandi umfarinum leygarkvøldið var, at dómarar vóru úr øðrum londum enn úr Føroyum. Umframt dómarar frá FUT vóru eisini umboð fyri svenska tjóðpallin dómarar. Útlendsku dómararnir vóru í Føroy-um í øðrum ørindum og tóku beinanvegin av møguleikanum at døma leygarkvøldið.
Svensku dómararnir høvdu á orði, at støðið í kappingini var nógv hægri, enn teir høvdu gitt sær til.
Eitt annað útlendskt innslag leygarkvøldið kom heilt úr Senegal. Ein av luttakarunum í Crossroads tiltakinum í Norðurlandahúsinum undirhelt við einum heilt serligum ljóðføri: einum graskari við einogtjúgu streingjum. Fólk tóku sera væl ímóti hesum fremmanda tónleiki.
Finalan komandi vikuskifti
Finalan í ársins singer/ songwriter kapping verður longu komandi viku-skifti. Tá sleppa fólk aftur at hoyra Kára Páll Nolsøe, Jóannes Lam-hauge og vinnaran av fyrra innleiðandi umfar-inum, Rók Jakobsen. Hetta er aðru ferð, at Hotel Hafnia fyriskipar singer/songwriter. Í ár er tað í samstarvi við Hein-eken, og Atlantic Airways stuðlar kappingini. Útvarp Føroya tekur upp og sendir brot frá kapp-ingini. Ì mun til í fjør er áhugin fyri kappingini millum manna rættiliga nógv voksin, og Hafnia Lounge verður væntandi á tremur við fólki til finaluna leygarkvøldið kl. 22.00.