Ein maður í 40 ára aldri doyði í dag undir einari gassspreinging í einum bensintanga við eina bensinstøð í Bodo. Tað vóru trý fólk, sum fingust við at reinsa tangan, men tíbetur var bert ein teirra í tanganum, tá spreingingin fór fram.
- Ein maður arbeiddi niðri í tanganum. Ítøkiliga vita vit ikki, hvat arbeiðið hjá honum fevndi um, men vit hava sett kanningar í verk av vanlukkuni, sigur átaksleiðarin hjá løgregluni, Odd Ivar Pettersen, við norska kringvarpið, NRK.
Løgreglan veit at siga, at tá maðurin varð fingin upp úr tanganum, vísti tað seg, at hann hevði álvarsligar skaðar, og tískil fekk hann heilsuhjálp. Men, tíverri eydnaðist tað ikki at bjarga lívinum hjá manninum.
Søgan úr Noregi vísir, at tað er ikki vandaleyst at fara inn í slíkar bensintangar, og verður ikki rætt atborið, kann avleiðingin vera, at ein slík vanlukka kostar mannalív, sum í hesum førinum í Bodø í Noregi.