Drúgvir tingfundir

Løgtingsfundirnir eru drúgvir nú upp undir summarfrítíðina. Tingfundurin í dag byrjaði klokkan hálvgum tíggju fyrrapartin og endaði ikki, fyrr enn klokkan gekk til níggju í kvøld. Døgurðasteðg fingu tingmenn kortini.

Seinasta málið á skránni í kvøld var uppskotið hjá landsstýrinum um at broyta lógina um vinnuligan fiskiskap. Tað fekk drúgva umrøðu og bleiv at enda beint í vinnunevndina.

Tingfundur verður aftur mánadagin. Tá koma millum annað málini um fólkakirkjuna til viðgerðar.