Grønlands Politi heldur fram við at kanna drápsmálið í Aasiaat, har ein 11 ára gomul genta varð funnin deyð tíðliga friggjanáttina í síðstu viku. Ein 27 ára gamal maður er handtikin og er eftir grundlógaravhoyring í gjár skuldsettur og varðhaldsfongslaður í fyribils 27 dagar.
Í tíðindaskrivi í dag sigur varaløgregluleiðarin, Gideon Quist, at málið framvegis verður kannað, og at nógv kanningararbeiði skal gerast í komandi tíð. Nú skulu mongu upplýsingarnir, sum løgreglan hevur fingið, samansjóðast og samanberast, soleiðis at teir kunnu brúkast í málinum.
Tað var fríggjanáttina klokkan 01.23 í seinastu viku, at ein 11 ára gomul genta varð funnin deyð í Aasiaat. Hon var farin frá húsum um 20-tíðina og skuldi vitja eina vinkonu, men tá gentan ikki kom aftur til avtalaða tíð, fóru sjálvboðin at leita. Tað tók ikki langa tíð, til tey funnu gentuna lívleysa.
Varaløgregluleiðarin, Gideon Quist, fegnast um, at eisini rættarskipanin heldur, at grundarlag er fyri at varðhaldsfongsla mannin, sum løgreglan nú skuldsetir fyri at hava dripið hina 11 ára gomlu. - Løgreglan í Aasiaat hevur gjørt eitt stórt arbeiði og upplýsingar, vit hava fingið frá borgarum, hava havt stóran týdning, sigur varaløgregluleiðarin í tíðindaskrivi.
Løgreglan í Aasiaat hevur fingið hjálp úr Ilulissat, Sisimiut og Nuuk, og kriminalteknikarar og patalogur eru komin úr Danmark í samband við kanningararbeiðið, sum nú hevur ført til, at ein 27 ára gamal maður er skuldsettur fyri dráp av 11 ára gomlu gentuni.