FLOGBÓLTUR
Toppur og botnur møttust í dag, tá Dráttur vitjaði hjá Mjølni í meistaradeildini hjá kvinnum. Undan dystinum lá heimaliðið aftast við tveimum stigum, meðan gestirnir úr Drátti lógu javnar við ÍF á fremsta plássi.
Fyri knøppum trimum vikum síðani møttust hesa bæði liðini á Giljanesi í seinna innanhýsis dystinum í grundspælinum, og tá megnaði Mjølnir heldur óvæntað at vinna, so nú skuldi Dráttur royna at rista tann dystin av sær.
Tað byrjaði eisini væl hjá Drátti. Í fyrsta setti vunnu tær seg fram um, og tær megnaðu at halda leiðsluni allan vegin. Úrslitið gjørdist 21-25. Men í øðrum setti var gongdin vend. Nú var Mjølnir nógv betri, og tær førdu at kalla allan vegin. Tá settið kom at enda hevði Mjølnir vunnið hetta heili 25-17.
Jøvn sett avgjørdu
Nú sá gott út hjá Mjølni. Tær høvdu vunnið annað settið trygt, og tær tóktist vera hedur betri enn Dráttur hesa løtuna. Í triðja setti var tó aftur javnari. Nú fylgdust liðini at kalla allan vegin, og tey máttu eisini spæla út um tey vanligu 25 stigini. At enda megnaði Dráttur tó at vinna 28-30.
Nú fóru liðini undir fjórða sett, og enn einaferð var Dráttur drúgvara liðið. Ikki var munurin stórur, men at enda vunnu tær 21-25.
Við sigirnum heldur Dráttur fast um oddasessin, meðan Mjølnir enn er at finna á aftasta plássi.