TB-Dráttur 1 ? 3 (25-20, 23-25, 24-26, 24-26)
Flogbóltur, kvinnur
Tað eydnaðist ikki TB at endurtaka sigurin á Drátti frá seinasta vikuskifti, tá tær vístu vágagentunum, at knotur eisini eru í suðuroyingunum.
Dráttur legði hart út, og vann bæði tey fyrstu settini.
Men byrjanin hjá TB var tó sera góð. Liðið var á odda við 5-6 stigum, tá Herborg á Mýruni, Dráttur, fór aftur at serva. Men við beinraknum servum frá Herborg, eydnaðist tað henni at serva heilar 12 bóltar á rað! ? Tílíkt eigur ikki at koma fyri, og slíkar uppgávur eigur TB at kunna fyribyrgja, men hetta eydnaðist sum sagt ikki. Við hesum servum legði Dráttur seg á odda í fyrsta settinum og vann hetta uttan stórvegis trupulleikar 25-16. Tað næsta var eisini vunnið við settmuninum 25-13.
Men so kom gongd í hjá TB, og við góðum spæli og smasjum frá millum annað Winnie Djurhus á kantinum, tryggjaði TB sær sigurin í triðja setti við settmuninum 25-15.
Marina sterk frammi ? veikari aftanfyri
Men gleðin var stokkut.
Í fjórða setti fylgdust liðini fram móti endanum, tó við Drátti frammanfyri, og tær vístu, at tað er ein orsøk til, at tær liggja á odda í landskappingini saman við Mjølni.
Við jugoslavanum Marinu á odda frammi við netið, vístu Dráttur gott spæl móti endanum av settinum og vann 25-21 og harvið dystin 3-1. Dráttur hevur ein góðan álopsleikari í Marinu, og stórsta styrki hennara er frammi við netið, meðan hon ikki er eins framstandandi, tá hon leikar aftanfyri í verjuni.
Eisini Sólva Hendriksen, Dráttur, vísit gott spæl á miðjuni.
Meistarar ella ikki ?
Við sigrinum var enn ein steinur lyftur fram ímóti meistaraheitinum, og spennandi verður, um tað skal eydnast Drátti at vinna sítt fyrsta meistaraheiti í bestu flogbóltsdeildini. Men tær skulu vísa støðugt spæl, um so skal vera. Tí Mjølnir liggur alla tíðina aftanfyri og lúrur upp á møguleikan at koma fram um.