Í Sjóvar kommunu mæla tey í dag fólki Innan Glyvur til at kóka drekkivatnið.
- Í samband við regluliga kanning av vatninum Innan Glyvur, eru staðfestar bakteriur í drekkivatninum.
Í Sjóvar kommunu heita tey tí á allar borgarar í Innan Glyvur um at kóka drekkivatnið.
- Hetta er okkara tilmæli, til boð koma frá okkum um, at vatnið Innan Glyvur er reint aftur, verður lagt aftrat.











