Kiwanis Tórshavn hevur latið yvirskotið av jólatræssøluni til Beran í ár. Hetta bleiv kunngjørt í november 2024, áðrenn sølan fór í gongd.
- Nú er uppgjørt, og á limafundi mikukvøldið handaði Kiwanis Tórshavn, Oddvør Poulsen leiðara hjá Beranum, 85.000 krónur.
Tað vóru Hans Højgaard, formaður í jólatræsnevndini hjá Kiwanis og Karlot Hergeirsson, forseti í Kiwanis Tórshavn, sum handaðu gávuna.
- Vit vilja takka øllum sum keyptu jólatrø frá okkum og harvið hava stuðlað Beranum, sigur Kiwanis.
Tað hendir meir enn so, at tá fólk koma at keypa, at tey lata eitt sindur eyka fyri træið, og hetta eru vit í Kiwanis ógvuliga takksom fyri, tí tað ger, at avlopið verður størri.
Kiwanis heldur fyri, at nógvar søgur kundu verið bornar í samband við søluna av jólatrøum.
- Vit vilja taka eina søgu fram. Tað var ein drongur, sum kom at keypa eitt træ í ár, og tá hann fekk at vita, at yvirskotið fór til Beran í ár, so fór hann niður í lumman og tók teir smápengar, hann hevði leysar og segði, at hetta skuldu vit eisini eiga.
Drongurin segði í saman viðfangi, at hann hevði mist mammu sína og hevði fingið góða hjálp frá Beranum.
- Um nakar er í iva um, hvat Berin er, so virkar Berin fyri, at børn og foreldur í sorg vegna miss ella álvarsliga sjúku, sum frá líður kunnu gerast betur før fyri at handfara sorgina og á tann hátt hava størri møguleika fyri aftur at fáa eitt gott innihaldsríkt lív, har tey mennast og læra at liva við sorgini.
Berin bjóðar ráðgevandi samrøður og sálarfrøðiliga viðgerð til børn, ung, foreldur ella umsorganarpersónar.
Kiwanis er ein altjóða hjálparfelagsskapur, ið vil hjálpa børnum sum tørva. Talan er um 14.147 klubbar í 85 londum við tilsamans 445.167 limum.
Í Føroyum eru tríggir klubbar.
Ein er í Eysturoynni, sum eitur Kiwanis Eysturoy, sum er klubbi, har bæði menn og kvinnur eru limir. Tveir klubbar eru í Tórshavn, Kiwanis Rósan, sum er ein kvinnuklubbi og Kiwanis Tórshavn, sum er ein mannfólkaklubbi.
- Um nakað vil hoyra meira um klubbarnar og møguliga er áhugaður at gerast limir, so kann viðkomandi seta seg í samband við forsetan í Kiwanis Tórshavn, Karlot Hergeirsson á tlf. 219580.