Dronurnar, sum verða brúktar í Grønlandi, verða reyðar, og sniðið verður kanska eitt sindur øðrvísi enn dronan á myndini, sigur menningarleiðarin hjá Falck, Nicolai Søndergaard Laugesen.

Dronur skulu flyta heilivág til grønlendskar bygdir

Endamálið er eisini, at sjúkrahúsið skjótari kann fáa boð um, hvat bagir sjúklinginum, soleiðis at viðgerðin kann byrja.

Dronurnar, sum verða brúktar í Grønlandi, verða reyðar, og sniðið verður kanska eitt sindur øðrvísi enn dronan á myndini, sigur menningarleiðarin hjá Falck, Nicolai Søndergaard Laugesen.

Ein nýggj verkætlan er nú í gongd, har sonevndar heilsudronur skulu flúgva heilivág og sjúkuavgerðarlig úrslit millum Dronning Ingrids Hospital í Nuuk og tvær bygdir í Grønlandi.

 

Falck veit at siga, at dronurnar, sum fara at verða brúktar í Grønlandi til hesar uppgávur, verða reyðar, og sniðið verður kanska eitt sindur øðrvísi enn dronan á myndini omanfyri.

 

Tað er ikki bara sum at siga tað at flyta heilivág millum Nuuk og bygdirnar í Grønlandi, tí fjarstøðan millum býir og bygdir í landinum kann vera rættiliga stór. 

 

Men, her er so ætlanin, at dronurnar skulu gera mun.

 

- Hugskotið við verkætlanini er ein roynd at finna út av, hvussu dronur kunnu styrkja heilsuátøkini í grønlendsku bygdunum, har undirstøðukervið er ein avbjóðing.

 

Tað sigur Nicolai Søndergaard Laugesen, sum er menningarleiðari hjá Falck og hevur ábyrgd fyri verkætlanini.

 

Falck fer at samstarva við heilsuverkið um uppgávuna, sum í fyrsta lagi kemur at vara til november í ár. 

 

Sambært verkætlanini skulu dronurnar flyta heilivág og sjúkuavgerðarlig úrslit millum Dronning Ingrids Hospital í Nuuk og grønlendsku bygdirnar, Kapisillit og Qeqertarsuatsiaat.

 

Leiðandi regiónslæknin í Sermersooq-kommunu, har Nuuk er størsti býurin, Jesper Olesen, sigur seg vóna, at dronurnar kunnu lyfta undir heilsuátøkini í økinum.

 

Ein skjótari viðgerðargongd kann í síðsta enda hava stóran týdning, tá álvarslig sjúka rakar.

 

- Eg síggi fram til, at dronurnar kunnu verða við til at stytta um frástøðuna í okkara kommunu og soleiðis verða við til at lyfta undir heilsustøðuna, sigur Jesper Olesen.

 

Dronuverkætlanin fer vónandi eisini at kunna viðvirka til, at kanningarúrslit skjótari gerast tøk, soleiðis at viðgerðin av sjúklingum eisini kann byrja fyrr.

 

Hjá Falck síggja tey fram til, at heilsudronurnar verða royndar á longu teinunum millum høvuðsstaðin og fjarskotnu bygdirnar í økinum.

 

Ein líknandi dronuverkætlan eru kend á donsku oynni, Ærø. Í endanum av mai fekk oyggin sína fyrstu heilsudronu, sum skal vera við til at minka um flutningstíðina av eitt nú blóðroyndum.

 

Endamálið við heilsudronuni á Ærø er - eins og við verkætlanini í Grønlandi - at læknarnir á donsku oynni skjótari kunnu fáa boð um, hvat bagir sjúklinginum, soleiðis at viðgerðin kann byrja.

 

Tað er www.sermitsiaq.ag sum skrivar um málið.

 

 

 

Dronurnar, sum verða brúktar í Grønlandi, verða reyðar, og sniðið verður kanska eitt sindur øðrvísi enn dronan á myndini, sigur menningarleiðarin hjá Falck, Nicolai Søndergaard Laugesen.