Druknaður á Havnarvág

Í morgun sóu fólk umborð á strandfaraskipinum, Rituni, ein deyðan mann, sum fleyt í sjónum á Havnarvág

Deyðsfall

Tað var klokkan 08.43 í morgun, at løgreglan í Havn fekk boð um, at fólk umborð á strandfaraskipinum, Rituni, sóu ein deyðan mann, sum fleyt í sjónum útfyri Tinganesi.
Løgreglan sigur, at maðurin fleyt við reyðu boyuna, sum liggur suður úr Tinganesi.
- Sum eg havi skilt, fingu teir umborð á Rituni sett fast á mannin, og tað vóru fólk hjá Tórshavnar Sløkkiliði, sum tóku hann upp.
Løgreglan sigur, at maðurin, sum er 56 ára gamalur og er úr Havn, ikki hevur verið eftirlýstur, nú hann varð funnin deyður.
- Líksýn verður, og møguliga verður líkið kannað, men alt bendir á, at maðurin onkusvegna er dottin á sjógv og er druknaður. Í løtuni vita vit ikki meira at siga um vanlukkuna, sigur vakthavandi.