Dugni hevur sjeyti ár á baki í dag

Í dag eru 70 ár liðin, síðan Alv, sum seinni gjørdist Dugni, byrjaði sítt virksemi. Hóast virksemið er økt, er endamálið hitt sama

- Hóast virksemið er økt, er endamálið tað sama: At endurmenna arbeiðsførleikar og hjálpa fólki at fáa tilknýti til arbeiðsmarknaðin aftur, sigur stjórin í Dugna, Elin Ludvig. Myndina tók Álvur Haraldsen

Tað var á heysti í 1955, at Karolina Petersen fekk áheitan frá Vanlukkutryggingarráðnum um at byrja virksemið.

Sjálvsognarstovnurin ALV varð settur á stovn 16. apríl 1956. Tað var Vanlukkutryggingarráðið, ið stovnaði ALV.

Virksemið byrjaði í prestagarðinum í Hvalvík. Tá vóru tað í høvuðsheitum kurvar, bustir, skreytlutir og arbeiðshandskar, sum vórðu gjørdir.

Í 1959 varð virksemið flutt til mannskapsbygningin við Áir.

Í 2009 broytti ALV navn til Dugni.

Nú, 70 ár eftir stovnan, hevur Dugni virksemi á Tvøroyri, Havn, við Áir, Kambsdali og í Klaksvík.

Hóast virksemið er økt, er endamálið tað sama: At endurmenna arbeiðsførleikar hjá fólki og hjálpa teimum at fáa tilknýti til arbeiðsmarknaðin aftur.

Stjóri í Dugna er Elin Ludvig.