Dulda deildin

DEILD 2. Kom við ein langan lesitúr á deildini, har ið tað er stongt, so leingi arbeiðið varir.

Elsa Nielsen er júst komin algoyst á kvøldarvakt á deild 2. Rokið um amerikonsku forsetavitjanina seinkaði henni eitt sindur, men hon hevur nú sett seg niður í skrivstovuni. Elsa hevur fingið samandrátt av sjúkuteknunum hjá unga manninum, John Dahl-Hansen. Elsa hugsar nøkur fá sekund, og so tekur hon greiða sjúkuavgerð í stundini:

Hann hevur øll symptom upp á ein tumor!

Tað er lidna dagvaktin, Óluva Poulsen, sum hevur greitt avloysandi kvøldarvaktini frá um John Dahl. Hann varð innlagdur akutt í gjár orsakað av álvarsligum persónleikabroytingum. John Dahl er giftur og eigur smá børn.

Óluva sigur, at John Dahl tykist troyttur og grunnur kensluliga. Hann er ringur at fáa at vakna viðhvørt, gloymir at eta og tosar um nógv týdningarleys ting. Harumframt er hann lætnaður eini 15 kilo eftir stuttari tíð, eins og gongulagið er farið av lagi. John bleiv sjúkur longu í januar. Sambært avvarðandi hava at kalla allir læknar í Havn niðurtrumfað familjuna, tá ið hon hevur leitað sær hjálp. Teir hava ikki lurtað eftir, hvussu stór persónleikabroytingin er. Nú hevur sperda konan givið skarvin yvir og sjúkrameldað mannin. John Dahl skilir ikki, hví hann er her, og hann ger heldur onga mótstøðu yvirhøvur.

- Vemmiligt, sigur ein heilsurøktari.

- Ja, óhugnaligt, tekur Óluva undir.

Elsa hevur verið 36 ár í starvi; frá byrjan við Árna Olsen og alt tað. Hon hevur einki at prógva ella krógva longur, og hon sigur alt bart út:

- Her er eingin sólskinssøga; bara neyðloysnir, hugsar hon hart. Síðan fer hon beint til søguna um unga og endurinnlagda Jens Martin Christiansen:

- Eg rokni við, at hann kennir seg einsamallan. Hann hoyrir jú ongar røddir longur!

 

Medistaraloysnin

Markið millum somatikkina og psykiatriina er J.C. Svabos gøta, verður skemtandi tikið til. Og tað er júst vestan fyri hesa gøtuna, at sálardeildirnar frá fyrst í sjeytiárunum eru. Okkurt um ein føroyingur verður innlagdur á onkra sálardeild hvønn einasta dag í árinum. Nógvir teirra liggja leingi, og tey sjúkastu enda á deild 2.

Blaðmaðurin má renna oman til Stórá; sálarlæknan. Hann skal nevniliga geva endaligt loyvi at sleppa inn á ta stongdu sálardeildina, sum er opin allar ársins dagar, men sum eingin tíðindamaður áður hevur vitjað í arbeiðsørinum. Stórá nikkar hugsanarsamur, og so verður blaðmaðurin smoygdur inn um gáttina at avdúka duldu deildina.

Umframt sjúkrarøktarfrøðingin Elsu eru pleygarin Kári Niclasen, aspiranturin Eyðun Larsen og heilsurøktarin Jóhanna Danielsen møtt á kvøldarvakt. Vit sita við borðið, har ið Óluva kunnar. Framman fyri hana liggja átta hvítar pappírsmappur; ein til hvønn innlagdan sjúkling.

Á talvuni hjá starvsfólkunum hava tey skemtað sær við amerikonsku forsetavitjanini í dag. Har stendur, at Bill Clinton hevur fingið stovu 4. Viðmerkt er eisini, at hann ikki sleppur út við fylgi, og at hann á kamarinum ikki má brúka sigar.

Tá ið Óluva hevur kunnað um Jens Martin, sum stundum er Jesus og viðhvørt stríðist við tyngjandi tvingsilstankar, lyftir hon ljósareyðu brillurnar upp á nasaryggin og hyggur í eina av vaktarmappunum. Óluva fer nú at tosa um blaðungu Marina Jógvansdóttir, ið hevur verið her nakrar mánaðir.

Hví Marin er her enn, er ein torførur spurningur fyri fleiri. Summi siga, at nógv tilfelli í tí diagnostiska gráøkinum verða slept í ta stóru DAMP-grýtuna. Marin hevur slík sjúkueyðkenni, sum í hennara føri benda á autistisku sjúkuna, Asperger. Marin er um at vera troytt av at liva inni á einari stongdari bráðfeingisdeild. Og Elsa er ill um málið við Marini:

- Hon er her við støði í tí veikast hugsandi løgfrøðiliga grundarlagnum, sigur hon og snýsir sær hart og leingi. Men málið um Marina vísir sambært summum einki annað enn, at fólk við serligum og ónøktaðum ansingartørvi gerast partur av eini medistaraloysn: Tá ið øll hini sjúku og veiku hava fingið sína hill, verða tey torføru tilfellini sópað saman og vippað niður í sálardeildarligu neyðloysnukvørnina við Eirargarð.

 

Ov maniskur maður

Kári kveitir upp á talvuna og tekur táttin við fína amerikanska gestinum uppaftur. Hesa ferð er skemt skift út við spei:

- Jú, Bill Clinton átti kanska at komið inn. Tað er jú bara ein máti at síggja, hvussu eitt samfelag er í veruleikanum: Hygg inn á stongdu deildina!

Óluva heldur fram at ganga ígjøgnum sjúklingamappurnar. Hon tosar um Juliu Gullaksen, ið er komin nakað til árs. Julia hevur ikki gjørt nógv annað enn sovið, roykt og verið manisk. Tey hava tosað við lækna, men heilivágsnýtslan verður ikki broytt.

Nú er hon farin biltúr, sigur Óluva. Elsa flennir vinaliga.

- Ja, hon rekst sum bukka millum sengur!

Sambært Óluvu hevur Marin Jógvansdóttir sovið, vaskað sær og passað akvariufiskarnar, og gamli sjúklingurin, Inga Heinesen, hevur ringt um, at hon hevur tað gott. Hóast Inga sigur seg hava sæð høvdið á læknanum Karen Haahr fyri sær upp í saman, tvíheldur hon um, at hon er spillfrísk. Eg eri ikki psykotisk, hevur hon lagt starvsfólkunum á dagvaktini eina við.

Meðan Óluva greiðir frá um psykotiska sjúklingin, Hans Petersen, hyggur Kári niður og letur fremstufingrarnar spæla sær odd móti oddi. Hann lurtar og lærir um Hans, sum sambært Óluvu hugsar nógv um lívið. Og deyðan.Vandi kann vera fyri, at eydnubollarnir, hann fær, styrkja hann til at taka seg sjálvan av døgum.

- Maðurin er ov maniskur at fara til sálarfrøðing við, heldur Óluva og vísir á, at Hans eisini er eitt sindur paranoidur. Men hóast hann er sjúkur, vil hann heim. Eyðun skjýtur upp, at Hans sleppur heim ein dag fyri at koma til sættis við, at hetta ikki er eitt gott hugskot. Óluva lurtar eftir Eyðuni, meðan hon sveiggjar brillurnar í kring við høgru hond. Og so fer hon til næstu mappu, sum er um Óla K. Larsen:

- Hann hevur verið til fótarøkt í dag, sigur hon.

Óli er gamal í Eirargarði. Hann noyðist inn á skrivstovuna eftir eldi, hvørja ferð hann fer at festa sær í.

Eyðun situr hond upp undir høku, og nýbyrjaða Jóhanna lenar seg forvitin inn yvir borðið, tá ið Óluva kunnar um Anniku Winther, sum er miðskeiðis í fjørutinum.

- Hon gongur bara og grínur og tosar okkurt, sum líkist fronskum, sigur Óluva. Annika er skizofren, tung í huga, sosialt illa fyri og undirsvøvnt.

Kári drepur ein mola niður í guvandi kaffikrússið og sutlar sundurblotnaða sukurið í seg. So fer hann á føtur at geva Jens Martini stovu 4 hjá fyrrverandi amerikanska forsetanum. Fínasta svitan á Hotell Føroyum eitur nú Clinton-svitan. Kanska stova 4 á stongdu deild fer at eita tað sama.

Óluva bítur í brillustellið og blaðar í seinastu mappuni, sum er um 30 ára gamla Kristian Poulsen, ið aftur er innlagdur. Kristian hevur tikið Lamictal, sum heldur hýrinum toluliga støðugum, men hóast ávaringar hevur hann kvett viðgerðina av. Nú er spurningurin, nær ið alt Lamictalið er farið úr kroppinum, og ein sálarkreppa rakar.

 

Eingin tolir alt

Úti í gongini gongur ein maður miðleyst og válar við eini appilsin í hondini. Aftur og fram við teimum 20 bláu hurðunum upp í saman. Tað er Hans. Tá ið hann sær blaðmannin, fær hann hug at práta um sítt tunglyndi, ið hann heldur vera elvt av útlúgving. Hans hevur gjørt eitt rættiliga umfatandi diagnostiskt arbeiði; bæði áðrenn hann læt seg leggja inn í samráði við konuna, og síðan hann kom á deildina fyri góðum trimum vikum síðan. Á heimasíðum hjá sálarviðgerum, netlæknum og óttasamtøkum hevur hann funnið einar 100 síður um sjúkuna. Nú situr hann og blaðar í sínum tunga savni um tunglyndi. Hans greiðir frá, at hann fegin vil skilja sína støðu. Hví hann er útbrendur, svartskygdur og vónleysur. Hví ræðsla og ranghugsan tóku hann av ræði. Hví sjálvmorðshugsanir stundum hava verið uppi og vent. Og um tað man vera áhaldandi strongd, ið er øll orsøkin. Hann tosar opið um hetta og blaðar gjøgnum ørkini, sum hann hevur strikað okkurt undir á, meðan Marin gongur rundanum og ringir seg saman sum ein køttur. Hans kveitir at henni og hyggur síðan beint inn í eyguni á blaðmanninum.

- Eg vil sleppa út av tí, sigur hann.

Fyribils fær hann heilvág fyri tunglyndi, ótta og paranoia.

Tað, sum er ringast, heldur Hans kortini vera karmarnar á deild 2.

- Starvsfólkini eru fantastisk, men alt annað er út av lagi. Her er ov vánaligt netsamband og bara tvey sjónvørp. Men her er nokk av bureaukratii; tey skulu ígjøgnum eina heila pappírsmyllu bara fyri at fáa ein pískara til køkin! Og tey fáa ikki nógv meiri í løn enn einar 14.000 krónur um mánaðin, sigur hann.

Marin loypur upp úr stovustólinum beint við okkum og fer uttar í gongina og innar í kamari. Og Hans hugleiðir opinskáraður víðari:

- Eg haldi, at vit menn eru serliga seinir í vendingini, tá ið vit verða sálarliga sjúkir.

Vit gera eina roynd at fara innar á kamarið hjá Hansi. Men vit mugu taka okkum aftur. Hans hevur nevniliga ikki kamar einsamallur. John Dahl liggur og svevur har inni. Stutt eftir er John Dahl á fótum. Vit vaktu hann av óvart. John Dahl kemur út, so vit sleppa inn.

Kamarið er einar 16 fermetrar til støddar og hvítt og dapurt í einum. Hetta er reiðrið hjá tveimum fremmandum monnum, ið eru raktir av sinnissjúku. Teir skulu sova saman næstan sum hjún. Har er einki vesi og sera avmarkað skápspláss. Hans setur seg niður á seinginia og suffar:

- Huff! Eingin tolir alt. Strongdin rakti meg sálarliga. Onnur fáa hjartatrupulleikar ella heilabløðing ...

Hann fer á føtur aftur og yvir at vindeyganum, haðan tað sæst niður í ósligna urtagarðin. Maðurin er sligin í herðunum. Tykist søkklaðin av sorg.

- Eg sakni náttúruna ...

 

Pilla av, Finnur!

Heldur tú, at øll hoyra tað, tú tosar um, ert ikki neyðturviliga paranoidur. Tí á deild 2 gellir at kalla hvørt orð gjøgnum vánaligar veggir, avoldaðar luftskipanir og bert betong.

Tey flestu á deildini hoyra Kára mæla blaðmanninum til at gloyma alt um geykareiðrið, hóast vaktirnir her inni altíð eru árvaknir. Og so tosar hann um, at tá ið vandi er á ferð, verður enn sum áður okkurt skjóttsissandi evni sproytað beinleiðis inn í vøddavevnaðin á sjúklingunum.

- Men vit royna av øllum alvi at sleppa undan at nýta vald. Tað skal gerast so varliga sum gjørligt, leggur hann dent á, meðan Kristian stendur burturifrá við útspílaðum oyrum.

At eygleiða skurvblandingin á sálardeildini her, er sum at vera til seinasta dans í VB-húsinum. Øll ættarlið og sinnisløg eru umboðað. Óli K. fer glaður gleivandi eftir gongini. Kristian stendur hendur í lumma. Jóhanna situr við krosskastaðum ørmum. Og øll lýða á, tá ið Kári greiðir speisamt frá um raðfestingar. Hvør stórt er tað ikki, hugsar blaðmaðurin, tá ið hesin setningurin glíðir úr Kára:

- Deild tvey er faktisk partvís nútíðmansgjørd. Tað var í 1988 ...

Eisini John Dahl stendur hendur í lumma. Hann er dølskur á at lýta. Kári spyr hann, um tað var tungt at hava familjuvitjan fyrr um dagin. John Dahl svarar fátónað, at hann var glaður at síggja børnini. Og so gníggjar hann eyguni. Dølsknið dylist ikki. Har vóru eingi tár í eygnakrókunum. Bara svøvnur.

Elsa suffar. Hon er enn ill og vónbrotin um, at unga gentan, Marin, liggur her á triðja mánaði. Hetta eigur jú at vera ein stongd deild eftir ávísum aðalreglum, sum krevja, at ein eigur at sleppa útaftur sum skjótast.

- Vit eru hvørki barnaheim ella uppalingarstovnur. Eg haldi, at Finnur Helmsdal átti at pilla av úr løgtinginum og farið á Barnaheimið aftur at gjørt sítt arbeiði, brestur burtur úr henni.

Eyðun fer út við John Dahl og Hansi. Elsa rópar eftir starvsfelaganum:

- Góði keyp mær Ude og Hjemme ...

Afturkomin setur John Dahl seg niður í uppihaldsstovuni. Zacharias Hammer er í sjónvarpinum við eini lýsing um botulismu.

- Botulisma er ikki at spæla við, messar fyrrverandi sjónvarpsmaðurin ávarandi.

Onkur er skjótur at rópa:

Hvat segði hann? Alkoholisma?

 

Undirhald um yvirdosis

Nýggjasti sjúklingurin, Jens Martin, situr í roykilonini í guvum lag. Elsa hevur eisini fest sær í har inni. Hon blæsur royk út í rúmið og hyggur upp á Jens Martin:

- Tú gongur meira nú. Tú ert blivin ordiliga sporti!

Jens Martin mutlar afturmóti:

- Viðhvørt. Tað er tað heila.

- Tað er bara gott. Og hvussu er; lesur tú nakað?

- Nei. Eg fái ikki konsentrerað meg. Tað er tí, eg eri innlagdur. Medisinið má regulerast ella okkurt, sigur hann.

- Kanst tú koyra bil, spyr Elsa.

- Onki problem. Tað er sum at ganga. Men tá ið eg fekk Risperdal, fekk eg eisini konsentrerað meg, svarar hann.

Kristian er komin inn í roykirúmið at drekka kaffi saman við Jóhonnu. Hann spyr hana, um ein onnur Jóhanna arbeiðir her.

- Ein ung ein, nágreinar hann soleiðis, at Jóhanna noyðist at smírast.

Men Kristian hevur eisini álit á hesi Jóhonnu. Hann greiðir frá, at hann hevur verið her 12 ferðir fyrr.

- Tað virkar so ónatúrligt fyri meg. Eg kenni ikki fólkini her. Men eg læri nógv hvørjaferð. Eg havi funnið útav, at man bara skal vera góður við tey fólkini, sum man er saman við. Tað er tað, alt dreyar seg um. Tað haldi eg, sigur hann lágmæltur.

Í uppihaldsstovuni bummar Óli K. ein royk frá Elsu:

- Kann eg læna eina sigarett. Tú skalt nokk fáa hana aftur, sigur hann tvær ferðir. Elsa handar honum eina langa, silvurlitta Look og leggur dent á, at tað er hetta slagið, sum donsku drotningini dámar best. Óli K. brosar við, knekkar filtrið av royala roykpinninum og fær alt fyri eitt eld frá Elsu.

Jóhanna og Elsa sita nú í friði og binda, meðan onkur annar ikki vil binda frið. Tí ímeðan gongur Marin og melur. Hon og Annika gnisa og gnísta sum smágentur. Eyðun talar at Anniku:

Slappa nú av!

Eisini Marin heldur munn og fær sær ein temunn ístaðin. Marin situr niðri nakrar minuttir og drekkur. So kveitir hon viðhvørt at sjónvarpinum, reisist, fer yvir til tómligu bókhillina í innvikinum at venda, og setur seg so niðuraftur.

Hóast John Dahl er dølskur, dugir hann at skemta.

- Kann eg fáa nakrar høvuðpínutablettir ... einar átta, sigur hann og brosar sum ein annar Emil í Lønnibergi. Hini flenna; kanska um, at tað at nevna so nógvar tablettir her inni á stongdu deild, fær ein at hugsa um hóttandi hugtakið, yvirdosis.

 

Hann hevði heilasvull

Dingdong! Dingdong!

Tað er kona John Dahl, sum ringir uppá. Inni í vitjanarrúminum ger hon greitt, at hon vil vera saman við John, tá ið hann verður skannaður í høvdinum um nakrar dagar. Hon er somikið greið yvir dølsknið, ið hevur rakt mannin, at hon tosar um hann í triðja persóni, meðan hann situr undir liðini á henni.

- Hann var heilt høgur fyri nøkrum mánaðum síðan, men síðan hevur hann skift ham. Hann snakkar svart og minnist einki longur; ikki so frægt sum litin á nýggja bilinum. Og so hevur hann mist eini 15 kilo, greiðir hon kroyst frá. John Dahl hyggur upp á konu sína:

- Eg fái ikki ordiliga svølgt. Er tað ókey, at eg fari inn at hyggja í sjónvarp?

Áðrenn hann fer, spyr konan hann, um mamma hansara kemur at vitja aftur. John Dahl hygguraftur upp á konuna. Hann sær út til at kýta seg at fáa víst henni onkra kenslu:

- Eg leggi ikki í. Bara tú ert her ...

Hon kínir honum skjótt niður eftir arminum og svarar sera blídliga og eitt sindur kroyst av kærleika, ótta ella báðum:

- Ja, ja, góði …

Har er komið eitt skott millum teirra. Ein óvikiligur veggur, sum er gjørdur úr onkrari enn ókendari sjúku.

Elsa spyr síðan John Dahl, um hann er troyttur.

- Ja, svarar hann, smílist fitt og rembir sær.

Konan greiðir frá, at alt byrjaði fyri okkurt um einum ári síðan. Tað uddi og kreyp í húðini á honum. Dølsknið er bara seinasti parturin av tilgongdini. Konan noyðist bara at vera krútsterk. Hon hevur fleiri børn at taka sær av og onkran annan næstring, ið er álvarsliga sjúkur.

Elsa hugleiðir um sjúkumøguleikarnar. Dissiminerað sklerosa og alzheimers verða nevnd. Tá ið so orðið, tumor, at enda verður sagt, gellir tað eftir í tøgnini. Hetta er tað seinasta, ið konan ynskir.

(Tveir dagar seinni varð staðfest í skannara, at John Dahl hevði heilasvull, sum Elsa hevði so greiðan illgruna um. John Dahl fekk vakstrartálmandi heilivág og varð sendur til viðgerðar uttanlands í stundini, HM).

 

Bláa hurðin í lás

Gjøgnum alla vaktina sæst, at gongin livir upp til heitið. Har verður gingið nógv. Aftur og fram, aftur og fram. Og so verður steðgað á uttan fyri skrivstovuhurðina. Einaferð dukar Óli K. upp á glasdyrnar. Hann vil aftur hava eld. Elsa brosar alskin til hansara og sigur:

- Lat meg fáa eitt smíl frá tær, nú ið eg ikki fekk nakað frá Bill Clinton!

So bankar aftur uppá. Tað er Annika. Hon ýlir:

- Eg eri beeengin!!!

Eyðun og Elsa fara út til hennara, og Annika ýlir aftur:

- Medisiiin! MEDISIIIN !!! Beeengin fyri manninum !!!

Tveir minuttir aftaná fær hon flenniflipp saman við Marini.

Um tíggjutíðina stendur Elsa og skamtar heilivág til náttina í ein bakka. Onkur fær Abilify og annar fær Zyprexa móti psykosum. Óli K. kemur framvið at fáa sítt:

- Eg bleiv púra svakur av Zyprexa! Ja, eg hevði tað av h til! Men so fekk eg ordiliga nógv Nozinan ístaðin, sigur hann.

Elsa lurtar og skamtar víðari frá hillunum við antiepileptikum, antipsykotikum og antidepressiva. Enn er eingin vekt at viga tunglyndi á, men heilivágur virkar aloftast. Tað skilst, at sjálvt um karmarnir á staðnum eru afturúrsigldir, er altíð nógvur nýggjur heilvágur.

Ímeðan Elsa skamtar, stendur Marin og hyggur. Hon togar í seg sjálva innankjálka, sleingir miðleyst við ørmunum og flennir. So tigur hon og stillar seg í hurðaopið at sveiggja mjødnina úr karmi í karm.

Elsa fer niður í hálva tíð, boðar hon frá undir rapporteringini klokkan ellivu, men Kári veit, at Elsa ikki fær verið arbeiði sítt fyri uttan. Hann er knappur at skjóta:

- Hví byrjar tú ikki við at lata vera við at taka eykavaktir!

Sum tað seinasta hugleiðir Elsa um undangongumenninar, Eyðun Joensen og Árna Olsen. Blómaskeiðið hjá supergeneralistunum er passé.

- Eyðun kundi tosa um kalvasalat og kreppuherðindi í einum. Nú er tað blivið til tað, at man skal »koma til supervisjón klokkan 15.20«, sigur hon hermandi og sleingir jakkan upp á seg. Vaktin er liðug, og vit fara út gjøgnum ytstu deildarhurðina. Bláa hurðin, ið skal latast upp við lykli báðumegin, verður spakuliga svingað inn í reyða karmin og í lás.

Stongt er so leingi arbeiðið varir.

 

Øll nøvn teirra innløgdu eru berur heilaspuni.