Durita ivasom: Økslin argar

Royndasti landsliðsleikarin stríðist fyri at verða til reiðar í kvøld - Venjarin vónar at tað eydnast

Undan landsdystinum ímóti Póllandi í kvøld er ivi um styrkina á høgra bakki. Profilurin og royndasti landsliðsleikarin, Durita Christophersen Jojic, hevur ikki spælt við fullari ferð á vanliga so sterka høgra arminum, síðani hon spældi fyri VÍF ímóti Stjørnuni leygardagin, og kendi okkurt níva í høgru øksl.

Nú nærkast til dystarbyrjan klokkan 19.30 føroyska tíð í kvøld, og skotarmurin verður framvegis kannaður og royndur.

Verjuleikluturin kann helst røkjast

Ágúst Jóhansson, landsliðsvenjari segði við in.fo í gjárkvøldið, at hann vónar enn at høgri bakkurin verður til reiðar í kvøld, og at hon í minsta lagi fær røkt sín tíðandi leiklut í verjuni. -Eg ætli mær at brúka hana í álopinum, segði venjarin í gjárkvøldi.

Yngsti leikari inn fyri tann royndasta?

Skuldi økslin darva so mikið at tað forðar Duritu C. Jojic í at spæla álop, kann avloysarin vera hin yngsta í hópinum. 17 ára gamla Lív S. Poulsen er á pappírinum einasti annar høgri bakkur í hópinum, men tað er eisini ein møguleiki at onkrar av høgrahentu bakkunum loysa av.

Landsliðshópurin fer í hesu løtu undir seinastu venjingina áðrenn dystin í kvøld, men neyvan verður nøkur niðurstøða tikin fyrr enn í seinastu løtu.

 

Dysturin Pólland - Føroyar verður leiktur í Kwidzyn klokkan 19.30 í kvøld. FM1 sigur beinleiðis frá dystinum