Teir hava skapt nakrar av stóru og minniligu løtunum á Summar Festivalinum ígjøgnum árini, og nú eru teir til reiðar at fara aftur á Vágsbø at spæla konsert.
Dynamit verður við á Summar Festivalinum 2026.
Tað eru góð 20 ár liðin, síðani Dynamit spældi fyrstu ferð á Summar Festivalinum. Bólkurin var so at siga givin at spæla, men framførslan á Vágsbø í 2005 var stóra endurreisnin hjá Dynamit. Framførslan var framúrskarandi, móttøkan betur enn nakar hevði væntað, og bólkurin gjørdist eftir hetta størri, enn hann nakrantíð áður hevði verið.
Síðani hevur Dynamit regluliga spælt á Summar Festivalinum, og tað hava verið minniligar konsertir. Fáir ella eingir bólkar megna sum Dynamit at fáa lív í Vágsbø. Og í ár verður aftur møguleiki at uppliva Dynamit á landsins størsta tónleikapalli.
Dynamit gav fyrstu sangirnar út í 1980'unum og var sera væl umtóktur dansibólkur tá í tíðini. Teir hittaðu við fleiri sangum á útgávum og í útvarpinum, og í nýggjari tíð hava teir lagt landaplágur aftrat. Kendastu sangir hjá Dynamit eru "Grøv nummar 13", "Pápi tín býr ei í Tórshavn", "Á, lat meg vera", "Bangin", "Omman við Gjógv" og "Til allar kvinnur".
Hesir sangir verða allir spældir á Summar Festivalinum 2026, sum verður hildin í døgunum frá 6. til 8. august.











