Talan er tó ikki um nakrar nýggjar óroyndar tónleikarar, tí manningin á nýggja bólkinum, sum ber heitið Dynamitt2000, hevur longu verið við til at geva út fleiri fløgur.
Tað er nevnliga ein blanding av tveimum av best umtóktu bólkunum her á landi, Dynamitt og Kjølum, sum manna nýggja bólkin, og tá tað er sagt, er púra greitt at áskoðararnir vænta sær nakað serligt frá framførsluni.
Hava ofta tosað um hetta
Fleiri eru kanska av teirri fatan, at bólkurin er settur saman bert til konsertina fríggjakvøldið, men so er ikki. Ætlanin hevur verið í umbúna leingi, og alt var komið upp á pláss, áðrenn tað gjørdist greitt, at shubbarnir komu til Føroya. Tá teir so fingu møguleikan at hita upp til hetta tiltakið, vóru teir á einum máli um at taka av tilboðnum.
Sum sagt hevur ætlanin verið í umbúna leingi. Fleiri ferðir hevur verið tosað um hetta millum manningarnar á bólkunum, og tá nú sangarin hjá Kjølum, Signar í Homrum, hevur fingið burðarfarloyvi í hálvt ár, var tað so at siga upplagt, at gera royndina nú.
Endaliga avgerðin varð tikin, tá nakrir av tónleikarunum av tilvild møttust umborð á Norrønu í summar, og prátaðu leysliga um tingini. Teir royndu so at taka nøkur løg ígjøgnum, og hetta eydnaðist somikið væl, at teir gjørdu av at gera eitt samstarv einaferð í heyst.
Sum sagt verður lagt fyri við konsertini á Hálsi komandi fríggjadag, og síðani verður farið á ferð kring landið. Konsertir verða hildnar ymsastaðni, og verður spælt fram til 18. desember.
Nakað serligt
Vit frætta frá manningini i bólkinum, at talan helst skal verða um eina heilt serliga uppliving fyri tey, sum gera av at fara til konsert við bólkinum, og ætla teir eisini at nakað skal verða fyri eyguni. Hvat hetta verður skal ikki avdúkast her, men væntandi verður okkurt ótraditionelt við framførslum teirra.
Tónleikurin, sum verður spældur, verða tey vælkendu løgini, sum Dynamitt í fleiri ár hevur koyrt út á marknaðin. Harumframt verður møuliga okkurt nýtt at hoyra, og hvør veit, um teir ikki megna at gera onkra nýggja landaplágu.
Løgini eru sostatt frá Dynamitt, men øllum tónleikinum aftan fyri koma kjølarnir at standa fyri. Flest munnu vera á einum máli um, at tá tað kemur til live-tónleik, so eru Kjølar millum okkara allar fremstu bólkar, við tað at talan er um sera dugnaligar tónleikarar. Tá teir so hava show menninar úr Klaksvík afturat sær, er so at siga greitt, at møguleiki skuldi verið fyri einari tónleikauppliving av teimum heilt stóru.
Teir, sum mannað, Dynamitt2000 eru Ingi, Niclas Heri og Hans Jákup (Shaky) úr Dynamitt og Jens Tummas, Jens Marner og Henning úr Kjølum. Ivaleyst hava teir nógv