Vit fáa best nyttu burtur úr okkara samferðslunetið, tá ið tað verður ókeypis at brúka tað.
Tað staðfestir Johan Dahl, landsstýrismaður í samferðslumálum og í vinnumálum.
Hann vísir á, at sum støðan er nú, er tað nógv dýrari at búgva í útjaðaranum, enn í miðstaðarøkinum.
Framvegis eru 15 % av landsins íbúgvum uttan fast samband við meginøkið og tað er eisini í hesum økjum, at fráflytingin er størst, sigur Johan Dahl.
Les eisini: Ókeypis at sigla við Strandferðsluni - alt árið
Fyri familjuna úr Suðuroy, Sandoy, Nólsoy, Kalsoy, Skúvoy, Koltri, Dímun, Svínoy, Fugloy, Hesti og Mykinesi, er tað munandi dýrari at ferðast til meginøkið og aftur, enn tað er fyri tey, sum kunnu ferðast ígjøgnum undirsjóvartunlarnar.
Samstundis eru flest allar tænastur í meginøkinum, so fólk hava ofta brúk fyri at ferðast.
Somuleiðis er tað ein áhaldandi avbjóðing hjá vinnulívinum at fáa raksturin at hanga saman tí farmagjøldini eru dýr.
- Hesin trupulleikin er serliga álvarsligur fyri útflutningsvinnuna á útoyggj, ið noyðist at gjalda í dýrum dómum fyri at fáa sínar vørur til meginøkið til víðari útflutnings.
Samstundis veksur ójavnin alsamt, tí Vágatunnilin og Norðoyatunnilin lækka alsamt kostnaðin at ferðast gjøgnum undirsjóvartunlarnar.
Les eisini: Skulu ikki bara lækka prísin í undirsjóvartunlunum
Johan Dahl sigur, at ójavnin, sum stendst av, at øki í landinum hava ymiskar livi- og kappingartreytir, er tyngjandi fyri samfelagsbúskapin.
Og verða hesar skeiklingar beindar av vegnum, fær marknaðurin skipa seg betur, sigur hann.
- Arbeitt verður nú við møguleikanum at avtaka gjaldið fyri at ferðast gjøgnum báðar undirsjóvtunlarnar. Hetta er ein munandi broyting í skipanini av almennu samferðsluni, ið vil hava avleiðingar fyri ferðamynstur og kappingarførið millum økini í Føroyum. S
- Slíkar broytingar eiga at vera partur av eini heildarloysn fyri samferðsluna í Føroyum, sigur landsstýrismaðurin.
Tí verður nú eisini arbeitt fyri at lækka, ella avtaka prísin at brúka Strandferðsluna.
Og hann miðjar ímóti, at nýggja skipanin, við bíligari, ella ókeypis sigling, skal koma í gildi um eitt ár, altso nýggjársdag í 2016.