Sannur hátíðardámur er í Aalborg í dag. AaB skal í kvøld spæla móti Getafe, har Michael Laudrup er venjari. Einki er at ivast í, at sponsku gestirnir eru favorittar, men í AaB vóna tey tó, at tað ber til at fáa stig burtur úr dystinum. Og hetta skal millum annað gerast við at spæla tað, sum onkur kanska vil kalla primitivan kontrafótbólt, har dentur verður lagdur á verjupartin og langar sendingar niðan til álopið.
Dysturin hjá AaB verður vístur á 3+, sum byrjar at senda klokkan 19.30.