Ætlanin var, at Alex Troleis skuldi bríksla fyri fyrstu ferð klokkan 18 í Sarpugerði í Gøtu, har Víkingur hevur vitjan av AB.
Men tað verður ikki bríkslað klokkan 18.00.
Tað verður mett, at vindurin í løtuni er ov nógvur at spæla fótbólt í Sarpugerði.
Teir hava tó ikki mist mótið um, at tað skal bera til at spæla fótbólt í Gøtu í kvøld. Í fyrsta umfari er dysturin útsettur til klokkan 18.15.
Hann er landssynningur, og tað er ógvuliga ábært í Sarpugerði.
Teir kønu siga, at hann fer at skifta ætt um eina løtu, og so verður tað minni vindur í Sarpugerði, og so rokna teir við, at tað fer at bera til at spæla fótbólt í Sarpugerði. Úr Gøtu verður sagt, at sum tað sær út, so fer veðrið at batna, sum tað líður út á kvøldi.