Fyri aðru ferð í ár er EB/Streymur farið av vøllinum við fullari úrtøku eftir at hava spælt ímóti B36. Toppliðið hevur bara tapt tvær ferðir í ár. Fyrru ferðina 2-1 á útivølli ímóti EB/Streymi, og í dag 2-1 á heimavølli ímóti EB/Streymi.
Talan var um rættuligan stríðssigur til EB/Streym, sum hvørki hevði Sorin Anghel ella Arnbjørn T. Hansen millum teir fyrstu ellivu.
Úrslitið ber við sær, at tað er rættuligur spenningur í kappingini um FM. Um tað eydnast EB/Streymi at vinna fulla úrtøku mikukvøldið, tá ið Sundalagsmenn skulu spæla útsetta dystin ímóti ÍF, so verður tað heilt spennandi, tí tá vera tvey stig frá oddaliðnum og aftur til EB/Streym!
Í botninum syrgdu B68, ÍF og KÍ fyri, at tað nú er eitt sindur av luft niður til niðurflytingarstrikuna.
B68 vann 3-0 á Sandi, og tað mundi vera soleiðis, sum tað varð roknað við.
KÍ vann 5-1 á heimavølli ímóti NSÍ. Talan var um størsta heimasigur, sum KÍ hevur vunnið í ár, og úrslitið undirstrikar gongdina seinastu vikurnar, sum hevur verið, at NSÍ megnar ikki at spenna seg út, nú tað er greitt, at teir gulu ikki fara at røkka hægri enn á fjórða plássið.
Í Fuglafirði fullkomuliga eyðmýkti heimaliðið meistararnar úr HB. Úrslitið var 7-1 til ÍF, og tað ber við sær, at í fyrstu atløgu er HB tað liðið, ið er næst 07 Vestur, sum eftir stóra tapið í Gøtu fríggjakvøldið er á niðurflytingarplássi.
Sunnudagin hittast HB og 07 Vestur í Gundadali!!
Úrslit
Víkingur-07 Vestur 5-1
B36-EB/Streymur 1-2 (0-2)
0-1: Gert Hansen 5.
0-2: Gert Hansen 35.
1-2: Jákup á Borg 52.
Dómari: Petur Reinert
B36: Meinhardt Joensen - Høgni Eysturoy, Jonas Flindt Rasmussen, Odmar Færø (Mahmud Suleiman, 87.), Símun Joensen - Róladur Jacobsen, Klæmint Matras (Ingi Højsted, 80.), Atli Danielsen (Heini í Skorini, 75.), Súni Olsen - Jákup á Borg, Lukasz Cieslewicz
Gult kort: Símun Joensen
Reytt kort: Símun Joensen (2 gul) 90.
EB/Streymur: René Tórgarð - Gert Hansen (Brian Olsen, 85.), Egil á Bø, Marni Djurhuus, Alex José dos Santos - Pætur Dam Jacobsen, Pauli G. Hansen (Arnbjørn T. Hansen, 46.) - Leif Niclasen, Daniel Udsen, Hans Pauli Samuelsen - Levi Hanssen
Gult kort: Gert Hansen, Pauli G. Hansen, Egil á Bø
KÍ-NSÍ 5-1 (3-0)
1-0: Bárður J. Heinesen 27.
2-0: Kristoffur Jakobsen 37.
3-0: Kristoffur Jakobsen 45.
3-1: Einar T. Hansen 45.
4-1: Álvur F. Christiansen 84.
5-1: Álvur F. Christiansen 86.
Dómari: Alex Troleis
KÍ: Gunnar á Steig - Rudolf Eliasen, Jógvan Isaksen,Oddmar á Lakjuni (Bárður J. Heinesen, 16.), Monrad Holm Jacobsen - Philip Djordjevic, Nenad Stankovic, Høgni Madsen (Sámal á Tjaldrafløtti Olsen, 89.), Hjalgrím Elttør, Álvur F. Christiansen - Kristoffur Jakobsen (Henry Heinesen, 66.)
Gult kort: Rudolf Eliasen
NSÍ: Andras Gango - Jónhard Frederiksberg (Jann Martin Mortensen, 46.), Petur Pauli Mikkelsen, Helgi L. Petersen (Jústinus R. Hansen, 46.), Einar T. Hansen - Mamuka, Fritleif í Lambanum, Jens Joensen, Árni Frederiksberg (Debes Danielsen, 29.) - Christian Høgni Jacobsen, Klæmint A. Olsen
Gult kort: Fritleif í Lambanum, Debes Danielsen
ÍF-HB 7-1 (3-0)
1-0: Dánjal á Lakjuni 2.
2-0: Nenad Saric 23.
3-0: Chris Muomaife 37.
3-1: Hallur Hansson 50.
4-1: Chris Muomaife 51.
5-1: Bartal Eliasen br 58.
6-1: Chris Muomaife 65.
7-1: Andy Ó. Olsen 87.
Dómari: Lars Múller
ÍF: Jákup Mikkelsen - Uni R. Petersen, Poul Ennigarð, Bartal Eliasen, Jan Ó. Ellingsgaard - Dánjal á Lakjuni, Aleksandar Jovevic (Frank Poulsen, 63.), Bogi Løkin (Andy Olsen, 76.), Karl Løkin, Nenad Saric - Chris Moumaife (Høgni Zachariasen, 68.)
Gult kort: Aleksandar Jovevic, Bartal Eliasen
HB: Teitur Gestson - Jógvan Rói Davidsen, Rógvi Holm, Vagnur Mohr Mortensen, Hendrik Rubeksen (Magnus Egilsson, 36.) - Tróndur Jensen (Andrew av Fløtum, 36.), Fróði Benjaminsen, Hallur Hansson, Símun Samuelsen - Jón Krosslá Poulsen (Pál Mohr Joensen, 67.)
Gult kort: Hallur Hansson
B71-B68 0-3 (0-2)
0-1: Jónleif Højgaard 18.
0-2: Ahmed Keita 35.
0-3: Bjarki Johannesen 77.
Dómari: Dagfinn Forná
B71: Símun Rógvi Hansen - Andrezej Kazimierz Bednarz, Bojan Zivic, Allan G. Tungá, Poul Kjartan Dam - Mikkjal T. Hentze (Marcus Klementsen, 73.), Gudmund Nielsen, Bogi Hermansen (René Clementsen, 73.), Høgni Midjord (Thomas Hans Rubeksen, 67.) - Tijani Mohammed, Bakari Bojang
Gult kort: Høgni Midjord
B68: Tórður Thomsen - Dánjal Pauli Højgaard, Oddur Højgaard, Christian Stokholm (Jóhan Dávur Højgaard, 84.), Niclas Joensen - Jónleif Højgaard (Bjarki Johannesen, 69.), Jann Ingi Petersen, Ndende, Remi Langgaard - Keita, Kristian Anton Andreasen (Haraldur R. Højgaard, 81.)
Gult kort: Jann Ingi Petersen
B36 55
Víkingur 52
EB/Streymur 50
NSÍ 32
B68 26
ÍF 25
KÍ 25
HB 23
07 Vestur 21
B71 11
Mikudagin 28. september
EB/Streymur-ÍF
Leygardagin 1. oktober
KÍ-B68
B36-B71
Sunnudagin 2. oktober
HB-07 Vestur
ÍF-EB/Streymur
Víkingur-NSÍ
Liðugt
1-2
Lukasz Cieslewicz hevur havt fína roynd, men René Tórgarð stórbjargaði til horna, sum einki spurdist burturúr.
Símun Joensen hjá B36 hevur sæð gult fyri aðru ferð, og harvið er hann vístur av vøllinum.
5 minuttir lagdir aftrat.
90 min.
1-2
B36 hevur spent álopsbogan. Miðverjin Odmar Færø er tikin út, og álopsspælarin Suliman er komin á vøllin. Arnbjørn T. Hansen hevur verið einsamallur frammanfyri Meinhardti Joensen, men toppskjúttin sendi bóltin við síðuna av málinum.
85 min.
1-2
B36 hevur lagt trýst á, og í sera spentari støðu vildu teir hava brotsspark, tá ið gestirnir bjargaðu á strikuni, men dómarin tagdi!
Brian Olsen er komin inn á EB/Streyma liðið í staðin fyri Gert Hansen.
80 min.
1-2
Heini í Skorini er komin inn á B36 miðvøllin í staðin fyri Atla Danielsen. Róaldur Jacobsen er fluttur inn á sentrala miðvøllin, og Heini er settur inn í høgru.
Ingi Højsted er komin inn á B36 miðvøllin í staðin fyri Klæmint Matras.
75 min.
1-2
B36 hevur síðstu løtuna havt meiri brodd í alopspartinum, og tað hevur verið tætt við, at teir hava javnað, men higartil hevur tað eydnast EB/Streymi at verja borg og 2-1 leiðsluna.
70 min.
1-2
B36 hevur bóltin nógv, men tað gongur illa at spæla seg til upplagdar málmøguleikar. Verjuparturin hjá EB/Streymi er sera væl skipaður.
55 min.
1-2: Jákup á Borg
Við flottum langskoti eitt sindur úr vinstru hevur Jákup á Borg minkað um munin, so tað nú er rættuliga spennandi. B36 legan er livnað - bæði á og kring vøllin.
Arnbjørn T. Hansen er komin á vøllin í staðin fyri Paula G. Hansen hjá EB/Streymi. Levi Hanssen er fluttur aftur á miðvøllin, og Arnbjørn er fremsti maður.
Hálvleikur
0-2
Í síðstu sekundunum av 1. hálvleiki varð EB/Streyma miðvallarin Pauli G. Hansen borin av vøllinum. Ógreitt er um hann kemur á vøllin eftir hvíldina.
40 min.
0-2
Hóast B36 hevur bóltin nógv, so er ikki sami broddur og tyngd í, sum tað annars plagar at vera í hjá oddaliðnum.
35 min.
0-2: Gert Hansen 35.
Tað eru gestirnir, sum eru oman á í Gundadali. Eftir fínt eitt tvey samanspæl við Levi Hanssen gjørdist Gert Hansen púra leysur, og hann var kaldur, tá ið hann setti bóltin framvið Meinhardti Joensen.
30 min.
0-1
B36 hevur bóltin mesta partin av tíðini, men EB/Streymur er væl meiri beinleiðis í teirra álopsspæli.
25 min.
0-1
Tað er stórt drama í Gundadali. B36 liðformaðurin Klæmint Matras hevur misnýtt brotsspark, sum varð dømt eftir at Lukasz Cieslewicz varð feldur. Klæmint sendi bóltin í stólpan.
Í sekundunum eftir brotssparkið var um reppið, at EB/Streymur økti um leiðsluna, tá ið ein av verjuspælarunum var datt. Levi Hanssen varð púra leysur, men Meinhardt Joensen bjargaði.
15 min.
0-1: Gert Hansen 5.
B36 hevur fingið betri tak á spælinum, men tað er EB/Streymur, sum er á odda. Klæmint Matras hevur tvær ferðir roynt seg við langskoti, og aðru ferð brast bólturin í tvørtræið aftanfyri René Tórgarð í EB/Streyma málinum.
B36-EB/Streymur
Dómari: Petur Reinert
B36: Meinhardt Joensen - Høgni Eysturoy, Jonas Flindt Rasmussen, Odmar Færø, Símun Joensen - Róladur Jacobsen, Klæmint Matras, Atli Danielsen, Súni Olsen - Jákup á Borg, Lukasz Cieslewicz
EB/Streymur: René Tórgarð - Gert Hansen, Egil á Bø, Marni Djurhuus, Alex José dos Santos - Pætur Dam Jacobsen, Pauli G. Hansen - Leif Niclasen, Daniel Udsen, Hans Pauli Samuelsen - Levi Hanssen
B36 liðið er fullmannað. Hjá EB/Streymi er Sorin Anghel leikbannaður, og Arnbjørn Hansen situr hálvskaddur á beinkinum. Levi Hanssen er fremsti maður hjá EB/Streymi.
--
Liðugt
7-1!!!
87 min.
7-1
ÍF hevur fullkomuliga eyðmýkt HB. Karl Løkin sneiddi framvið fleiri mótstøðumonnum, áðrenn hann legði føturnar á innskifta Andy Olsen, sum setti bóltin í málið.
80 min.
6-1
Andy Olsen hevur loyst Boga Løkin av á ÍF miðvøllinum.
75 min.
6-1
Fleiri skiftingar eru gjørdar: Aleksandar Jovevic er farin út og Frank Poulsen er komin inn á ÍF miðvøllin, trífaldi málskjúttin Chris Moumaife er farin út og Høgni Zachariasen er komin inn, og hjá HB er Jón Krosslá Poulsen farin út, og Pal M. Joensen er komin inn.
70 min
6-1: Chris Moumaife
Eftir at hava sneitt framvið fleiri HB spælarum setti Chris Moumaife fyri triðju ferð bóltin í HB málið!
60 min.
5-1: Bartal Eliasen br
Dánjal á Lakjuni sneiddi seg framvið fleiri í høgru, áðrenn hann varð feldur. Bartal Eliasen setti brotssparkið í málið, og HB áskoðararnir eru við at fara úr Fuglafirði.
50 min.
4-1
HB tóktist fáa um endan, tá ið Hallur Hansson við stútara eftir innlegg úr vinstru minkaði um munin fyri HB. Men í minuttinum aftaná gav sami Hallur Hansson bóltin til Chris Moumaife hjá ÍF, sum takkaði fyri og setti bóltin í málið.
Hálvleikur
3-0
40 min.
3-0: Chris Moumaife
Eftir langt útspark frá Jákupi Mikkelsen var stór misskiljing í HB verjuni, og tað takkaði Chris fyri. Hann streyk avstað við bóltinum og setti bóltin framvið Teiti Gestson og í málið.
HB hevur ógvuliga lítið at bjóða uppá.
Andrew av Fløtum og Magnus Egilsson eru komnir inn á HB liðið í staðin fyri Tróndur Jensen og Hendrik Rubeksen.
35 min.
2-0
ÍF er rudduliga omaná. Síðani heimaliðið legði seg á odd við tveimum málum hevur HB eina ferð rakt tvørtræið, og eina ferð hevur HB bjargað á strikuni.
25 min.
2-0: Nenad Saric 25.
Hendrik Rubeksen misti bóltin til ágrýtna Dánjal á Lakjuni, sum spældi í høgru til Boga Løkin, sum legði innfyri til Nenad Saric, sum skoraði!
20 min.
1-0: Dánjal á Lakjuni 5.
Fuglfirðingar hava lagt bragdliga fyri, og í fimta minutti løgdu teir seg á odda. Málskjútti var Dánjal á Lakjuni, sum úr stuttari fjarstøðu stýrdi bóltin í málið, eftir at Jan Ó. Ellingsgaard hevði sett innfyri úr vinstru.
ÍF-HB
Dómari: Lars Múller
ÍF: Jákup Mikkelsen - Uni R. Petersen, Poul Ennigarð, Bartal Eliasen, Jan Ó. Ellingsgaard - Dánjal á Lakjuni, Aleksandar Jovevic, Bogi Løkin, Karl Løkin, Nenad Saric - Chris Moumaife
HB: Teitur Gestson - Jógvan Rói Davidsen, Rógvi Holm, Vagnur Mohr Mortensen, Hendrik Rubeksen - Tróndur Jensen, Fróði Benjaminsen, Hallur Hansson, Símun Samuelsen - Jón Krosslá Poulsen
---
Liðugt
5-1
90 min.
5-1: Álvur F. Christiansen
Eftir innlegg frá Nenad Strankovic setti Álvur F. Christiansen bóltin í málið.
85 min.
4-1: Álvur F. Christiansen 84.
Hjalgrím Elttør sendi fríspark inn úr høgru, og Álvur stýrdi við høvdinum bóltin í málið.
80 min.
3-1
Gongdin er tann sama, sum hon var í 1. hálvleiki.
NSÍ hevur gjørt tvær skiftingar. Jónhard Frederiksberg og Helgi L. Petersen eru farnir út, og inn eru komnir Jústinu R. Hansen og Jann Martin Mortensen eru komnir inn. Longu í 1. hálvleiki varð Árni Frederiksberg útskiftur við Debes Danieslen.
Hálvleikur
3-1: Einar Hansen
NSÍ hevur fingið lítla vón dygst undan steðginum. Einar T. Hansen sendi fríspark beinleiðis í málið.
45 min.
3-0: Kristoffur Jakobsen
Heimaliðið er greitt omaná ímóti NSÍ, sum hevur havt lítið at bjóða uppá. Eftir innlegg frá Álvi F. Christiansen hevur Kristoffur Jakobsen skorað fyri aðru ferð, og harvið er KÍ á odda 3-0.
40 min.
2-0: Kristoffur Jakobsen 37.
Klaksvíkingar eru greitt omaná. Vongverjin Monrad Holm Jacobsen spældi Kristoffur Jakobsen, sum úr 20 metra fjarstøðu sendi bóltin í málið.
30 min.
1-0: Bárður J. Heinesen
Fyri løtu síðani var neyðugt hjá KÍ at umskipa. Miðverjin Odmar á Lakjuni noyddist av vøllinum, tí hann var skaddur. Høgni Madsen varð fluttur aftur í miðverjuna, og Bárður J. Heinesen varð settur inn fremri á vøllinum. Og tað var innskifti spælarin, sum skoraði, tá ið hann varð leysur í brotsteiginum og setti bóitin framvið Andras Gango í NSÍ málinum.
KÍ-NSÍ
Dómari: Alex Troleis
KÍ: Gunnar á Steig - Rudolf Eliasen, Jógvan Isaksen, Oddmar á Lakjuni, Monrad Holm Jacobsen - Philip Djordjevic, Nenad Stankovic, Høgni Madsen, Hjalgrím Elttør, Álvur F. Christiansen - Kristoffur Jakobsen
NSÍ: Andras Gango - Jónhard Frederiksberg, Petur Pauli Mikkelsen, Helgi L. Petersen, Einar T. Hansen - Mamuka, Fritleif í Lambanum, Jens Joensen, Árni Frederiksberg - Christian Høgni Jacobsen, Klæmint A. Olsen
---
Liðugt
0-3
80 min.
0-3: Bjarki Johannesen
Gongdin er tann sama, sum hon var í 1. hálvleiki. Tað er tætt úti á vøllinum, og talan hevur ikki verið um nógvar upplagdar málmøguleikar burtursæð frá, at innskifti Bjarki Johannesen hevur økt um leiðsluna og harvið staðfest sigurin hjá toftamonnum.
45 min.
0-2
Alt bendir á at B68 er við at slíta seg leyst úr botninum, og at B71 heilt víst fer at flyta niður í næstbestu deildina.
Eftir 1. hálvleik er B68 frammanfyri 2-0. Fyrra málið skoraði miðvallarin í høgru Jonleif Højgaard við fínum skoti við uttaru síðuni, tá ið 20 minuttir vóru farnir, og stutt undan steðginum økti Keita, sum er plágaður av skaða, um leiðsluna til 2-0.
B71-B68
Dómari: Dagfinn Forná
B71: Símun Rógvi Hansen - Andrezej Kazimierz Bednarz, Bojan Zivic, Allan G. Tungá, Poul Kjartan Dam - Mikkjal T. Hentze, Gudmund Nielsen, Bogi Hermansen, Høgni Midjord - Tijani Mohammed, Bakari Bojang
B68: Tórður Thomsen - Dánjal Pauli Højgaard, Oddur Højgaard, Christian Stokholm, Niclas Joensen - Jónleif Højgaard, Jann Ingi Petersen, Ndende, Remi Langgaard - Keita, Kristian Anton Andreasen