EB/Streymur kunnger í kvøld, at nýggjur venjari hjá Effo-liðnum hjá felagnum er Rúni Nolsøe. Hann skal avloysa Heðin Askham, sum hevur takkað fyri seg, eftir at hann hevur vant liðið í trý ár.
Rúni Nolsøe er vágbingur, men hann man sum fótbóltsleikari vera mest kendur frá HB. Sambært FaroeSoccer spældi Rúni við VB frá 1988 til 1992, frá 1993 til 2005 spældi hann við HB. Harnæst var Rúni leikandi venjari hjá AB í 2006 og B68 í 2007, meðan hesi liðini vóru í 1. deild.
Men Rúni hevur eisini drúgvar royndir sum venjari. Hann hevur vant AB, B68, HB, 07 Vestur, FC Hoyvík og ÍF. Í løtuni er hann venjari hjá U19 gentulandsliðnum og A-landsliðnum hjá kvinnum, sum skal til Luksemborg at spæla venjingardyst í komandi viku.
- Sáttmálin við Rúna Nolsøe er galdandi fyri 2013 og 2014, og bæði nevnd og leikarar gleða seg samstarvið, skrivar EB/Streymur á heimasíðuni.