EB/Streymur hevur fingið styrk

EB/Streymur hevur í dag gjørt sáttmála við liðskiparan hjá TB, 25 ára gamla Dánjal Godtfred. EB/Streymur skrivar:

EB/Streymur hevur í dag gjørt sáttmála við liðskiparan hjá TB, 25 ára gamla Dánjal Godtfred. EB/Streymur skrivar:

 

- Í kvøld hava vit undirskrivað sáttmála við 25 ára gamla Dánjal Godtfred. Dánjal hevur farnu tvey árini verið liðskipari hjá TB. Dánjal hevur leikt 144 dystir í bestu deildini, umframt 72 dystir í 1. Deild og 16 dystir í steypakappingini. Øll árini hevur hann leikt við suðuroyaliðunum, TB og FC Suðuroy. Umframt tað hevur hann umboðað Føroyar á øllum ungdómslandsliðunum.

 

- Talan er tí um ein, hóast sín unga aldur, sera royndan leikara, sum legst aftrat hópinum. Á vøllinum er Dánjal kendur sum ein sera sterkur og arbeiðssamdur defensivur miðvallari.