Dysturin byrjaði javnur, og bæði liðini royndu at skapa okkurt rætta vegin. Tað kom illa við hjá GÍ, tá ið miðvallarovasti teirra, Sámal Joensen, mátti lata seg útskifta tíðliga í dystinum. Hetta tóktist tó at fáa liðið at stríðast enn meir, og móti endanum av fyrra hálvleiki løgdu teir eisini trýst á heimaliðið. Men hinvegin var tað EB/Streymur, sum legði seg á odda 8 minuttir fyri hálvleik. Hanus Eliasen sendi Bárð Olsen avstað í síðuni, sum sendi bóltin inn til ein leysan Brian Olsen, sum skoraði til hálvleiksstøðuna, 1-0 til EB/Streym.
Í seinna hálvleiki var EB/Streymur betra liðið. Teir royndu at trýsta frameftir, men m.a. ein væl leikandi Geza Turi í GÍ-málinum var orsøkin til, at støðan helt sær. Í hinum endanum megnaði GÍ at vinna sær eitt brotsspark, men henda gylta møguleikan misnýtti Poul Ennigarð. Løtu seinni varð Niclas Niclasen hjá GÍ vístur av vølli við sínum næsta gula korti, og nú sá svart út hjá gøtumonnum. Teir stríddist tó væl, og fimm minuttir fyri leiklok gav hetta úrslit. Pól Jóhannus Justinussen stútaði bóltin í kassan eftir eitt fríspark frá miðum vølli. Fjórða málið í fýra dystum hjá tí bert 18 ára gamla garpinum.
Við javnleikinum misnýtti EB/Streymur møguleikan at leggja sjógv niður til B36 og NSÍ. Teir eru nú bert eitt stig frammanfyri. GÍ er so smátt byrjað at vinna seg uppeftir, og liggja nú á einum fimta plássi.
EB/Streymur ? GÍ 1-1 (1-0)
1-0: Brian Olsen
1-1: Pól Jóhannus Justinussen