EB/Streymur vann Klaksvíkarkappingina

Í dag var seinni dagurin í Klaksvíkarkappingini, og dystirnir vóru spældir í besta veðri.

Fyrri dysturin var um triðja plássið, og her endaði við javnleiki 1-1 millum NSÍ og B36. Hjalgrím Elttør skoraði fyri NSÍ, men Karoly Potemkin javnaði við brotssparki seint í dystinum. Potemkin og Meinhardt Joensen brendu tó sín brotsspark í brotssparkskappingini, og so vann NSÍ dystin um triðja plássið.

Finalan stóð millum EB/Streym og KÍ, og her vann EB/Streymur 3-0. Fyrri hálvleikur var rímiliga javnur, men EB/Streymur fekk eitt mál. Í seinna hálvleiki hevði EB/Streymur munin og skoraði tvær ferðir afturat. Málini skutu Marcel, Hanus Eliasen og Sorin Anghel.

Eftir dystin handaði borgarstjórin í Klaksvík, Steinbjørn O. Jacobsen, EB/Streymi Klaksvíkarsteypið.