Edith Mørkøre í Smiðjuni

Fríggjadagin 5. desembur kl.16.00 letur framsýningin “Skiftir” við Edith Mørkøre upp í Smiðjuni í Lítluvík. Borðreitt verður við góðum til góman - og øll eru vælkomin.

 

Framsýningin fevnir um málningalist og grafikk.

 

Edith sigur soleiðis um framsýningina:

 

“Eg finni íblástur til mítt listarliga arbeiði í føroysku náttúruni, í fólkinum, sum her býr, í vøkstrinum, í fuglalívinum, í strukturunum í náttúruni, í skiftandi veðurlagnum og í gerandisdegnum.”

 

“Framsýningin hevur heildarheitið “Skiftir”.

 

Íblásturin stavar frá skiftum í mínum egna lívi, skiftum, sum fólk rundan um meg uppliva, skiftum í náttúruni og skiftum úti í heimi.

 

Um listakvinnuna:

 

Edith er autodidakt listafólk og hevur seinastu mongu árini havt listina, sum sítt høvuðsstarv.

 

Hon hevur við jøvnum millumbili listaframsýningar her heima og uttanlands.

 

Eitt nú er Edith í løtuni við á stóru føroysku grafikkframsýningin hjá ListGraFo í Grafiska Sällskapet í Stockholm. Fleiri spennandi framsýningar vera uttanlands komandi árið.

 

Er limur í Fyns Grafiske Værksted, ListGraFo og er í nevndini fyri ListGraFo.

 

Soleiðis er opið frá 5. til 9. desembur:

 

Fríggjadag kl 16.00 til kl 19.00 - Fernisering

 

Leygardag kl 12.00 til kl 17.00

 

Sunnudag kl 14.00 til kl 17.00

 

Mánadag kl 12.00 til kl 17.00

 

Týsdag kl 12.00 til kl 17.00

 

www.EdithArt.com

 

facebook.com/EdithMorkoreArt

 

instagram.com/EdithMorkoreArt