VIDEO: Týskland vann 18 máls stórsigur á Montenegro í okkara bólki

(Video) Her er ein samandráttur frá dystinum Montenegro-Týskland 18-36 (6-16)

Mynd: IHF

Í HM-millumbólki 2 vinna týsku vertirnar greiðar sigrar á øllum liðum. Fyrradagin gekk tað útyvir Føroyar, og í kvøld fekk Montenegro toyggið í Westfalenhalle í Dortmund.

 

Týskland vann ein knúsandi 36-18 stórsigur á Montenegro. Í steðginum var Týskland frammanfyri við 10 málum, 16-6.

 

Við sigrinum hevur Týskland tryggjað sær fyrsta pláss í HM-fjórðingsfinalunum.

 

Týskland hevur átta stig fyri fýra dystir. Serbia hevur fimm stig fyri fýra dystir. Montenegro hevur fýra stig fyri fýra dystir. Føroyar hava trý stig fyri fýra dystir. Spania hevur tvey stig fyri tríggjar dystir, og Ísland hevur tvey stig fyri tríggjar dystir. Dysturin millum Ísland og Spania byrjaði klokkan 19.30.

 

Her ber til frá týsku rásini ZDF at síggja ein samandrátt frá dystinum Týskland-Montenegro 36-18 (16-6):

 

##med2##

 

Mynd: IHF