Edmund Joensen: Send rokningina víðari til Høgna og Anfinn

Lagnunar spei­semi vil, at Kar­sten Hansen skal taka støðu til, um fólk skulu rinda brúk­ar­a­gjald fyri at liggja á Lands­sjúkr­a­­hús­inum – tí tað var júst Kar­sten Hansen, ið førdi knívin, tá ið ríkisfíggingin til land­­sins sjúkr­a­hús og heilsu­verk skuldi fast­frystast

Edmund Joensen
fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin

Ger so væl og betal.
Tað, ið nógv hava bíðað eft­ir – og helst stúrt fyri – nærk­ast nú veruleikanum.
Ætlan er um, at sjúk og veik skulu hava rokning fyri at liggja á landsins sen­tral­sjúkr­a­húsi, Lands­sjúkr­a­hús­i­num.

Hugsa tær!
Væl­ferðin í Føroyum er nú kom­in hag­ar til, at sjúkr­a­hús­leiðslan, sum er í fíggj­ar­lig­ari knípu, biður lova sær at taka brúkaragjald frá sjúkl­ingum.
Sagt verður, at rokning verð­ur ikki skrivað, fyrr enn sjúkl­ing­urin er liðugt við­gjør­dur.
Hetta er helst ein sannleiki við mod­i­fikatiónum.
Man tað ikki blíva soleiðis, at fólk gerast “frísk” við brest­in, um sjúkrahúsleiðslan slepp­ur at skriva rokning til “frísk­ar” sjúklingar?
Óansæð, um tað endar við, at brúkaragjald verður lagt á ella ikki, so síggja vit nú myndina av framtíðar væl­ferðini í Føroyum.
Gongd­in er harmilig.

Fastfrysting rakar Heilsuverkið meint
Hevði tú væntað, at tað skuldi koma so vítt?
Hetta er arvurin eftir stýr­ið, ið vildi hava fullveldi uttan at hava ráð til tað.
Nú - eitt tíggjuár eftir, at fullveldisstýrið fekk fría at­gongd til landskassan og leiðslu landsins - koma av­leið­ing­arnar av fullkomna pol­it­iska vitloysinum, ið vald­aði.
Fullveldissamgongan sá seg illa inn á Ríkisveitingina, og garparnir báðir, Høgni Hoy­dal og Anfinn Kallsberg, valdu tí at skera hana við uml. einum triðingi.
Harumframt skuldi hon eis­ini fastfrystast.
Júst fastfrystingin rak­ar nú sjúkrahúsini og Heils­u­verk­ið meint.
Á myndini, ið fylgir við hesi grein, sæst skeiva gongdin. Út­reiðslurnar til heilsuøkið vaksa sjálvsagt. Men Ríkisins partur av fíggingini til hesar somu útreiðslur hevur verið fast­frystur í 10 ár.
Hetta er beinleiðis orsøkin til tosið um brúkaragjald á Lands­sjúkr­a­húsinum.
Hoydal og Kallsberg vildu ú­t­hola virðið av veitingini til Heils­u­verkið, og tað merk­ist nú beinleiðis í sama Heils­u­verki. Tingini hanga saman. All­ar avgerðir hava sínar av­leið­ing­ar.
Ríkismyndugleikarnir hava ann­ars skyldu til at fíggja Heils­u­verkið saman við Lands­stýrinum. Hetta kemst av, at Heilsuverkið er eitt felagsmál. Tað er ikki yv­ir­tikið.
Partarnir vóru vanir at fíggjað økið á leið helvt um helvt. Hetta sá full­veld­is­sam­gong­an stórt uppá, og tí er støð­an innan Heilsuverkið, sum hon er.

Lagnunar speisemi
Av sonnum má tað sig­ast at vera lagnunar spei­semi, at Karsten Hansen, lands­stýr­is­maður í heils­­umálum, skal taka støðu til, um fólk skulu rinda brúk­a­ragjald fyri at liggja á Lands­sjúkra­s­júkra­hús­i­num.
Tað var júst sami Karsten Han­sen, ið tryggjaði full­veld­is­sam­gonguni, at veitingin úr Ríkinum til landsins sjúkr­a­hús og heilsuverk skuldi fast­f­ryst­ast
Tá var hann lands­stýr­is­maður í fíggjarmálum fyri Tjóð­veldi.
Á ein hátt kennist tað rætt, at Karsten Hansen fær mál­ið inn á sítt borð. Tað er ikki annað enn rímiligt, at full­vel­d­is­ministarin sær av­leið­ing­arnar av tí, hann førdi út í lívið fyri 10 árum síðani.

Ein heilsan til samgonguna
Tá, ið hetta er sagt, er týðandi at senda verandi samgongu eina heils­an.
Samgongan átti at skamm­ast.
Tað er lítið virðiligt fyri okkara land, at spari­knív­ur­in verður settur á kjarn­u­væl­ferð­ina í samfelagnum. Pen­sjón­ist­ar longu verða hildn­ir fyri gjøldur. Nú koma so sjúkli­­ngar afturat.
Hugsa tær, um tú bæði ert pen­sjón­ist­ur og sjúklingur? Hví skulu veikastu bólkarnir hava slíka viðferð?
Upp aftur óvirðiligari er tað, tá ið samgongan sam­stundis futtar pensjónir hjá fólki av í asosialum flat­skatt­a­lætta.
Sambandsflokkurin hevur eina serliga ábyrgd í hesum sam­an­heingi.
Flokkurin hevur sosi­al­lib­e­r­alan politikk í sínum skjaldr­a­merki men letur sum um, hetta ikki er so. Sama má sigast um rík­is­fel­ags­skaps­stevn­una. Eis­ini hon er meitlað inn í floks­ins merki. Her yppir Sam­bands­flokk­u­r­in eisini øksl.
Tað er óskiljandi.

Send víðari
Hjá teimum, sum frameftir møg­u­liga skulu gjalda fyri at liggja á Landssjúkrahúsinum, er eitt at gera.
Send rokningina víðari til Føroya dýrastu dreingir: Høgna Hoydal og Anfinn Kalls­berg - og eitt eintak til Kars­t­en Hansen.