FÓTBÓLTUR
Høvdu fótbóltsdystir verið avgjørdir eftir, hvør hevði bóltin mest so hevði EB/Streymur vunnið stórsigur móti B71 í gjár. Teir høvdu bóltin so at siga allan dystin, men tóktust ikki at vita, hvat teir skuldu gera við hann.
Hinvegin tykjast sandoyingar at vita hvat teir vilja. Formulafótbóltur næsta ár er málið, og teir eru væl á veg at røkka tí. Brasiliumenninir – sum eru fýra í tali – styrkja væl um liðið, og hóast tað ikki endiliga er talan um sambafótbólt á Sandoy, so hevur B71 aðrar eginleikar, sum eru avgerandi fyri at standa seg í landsins bestu fótbóltsdeild. Teir stríðast, arbeiða væl, eru hampiliga vælskipaðir og ikki minst effektivir.
Effektivir sandoyingar
So effektivir eru sandoyingar, at teir skoraðu upp á fyrsta veruliga kjansin teir fingu í dystinum. Dysturin var fýra minuttir gamal, og B71 spældi seg niðan í vinstru. Clayton Soares hevði bóltin og var komin so mikið væl inn í brotsteigin, at hann kundi skjóta sjálvur. Men hann yvirraskaði við at leggja bóltin inn til Jónsvein Thomsen, sum uttan stórvegis hóvasták skoraði til 1-0.
Síðani gingu júst 40 minuttir til næsta málið. Hesa løtuna hevði Arnbjørn Hansen eina naska roynd við høvdinum, sum Símun Rógvi Hansen tók, og Gudmund Nielsen eina fína langskotsroynd, sum varð tikin á strikuni.
Men beint fyri steðgin skoraði B71 aftur. Clayton Soares bukkaði seg niður og longdi eitt frísparksinnlegg í netið.
Beint eftir steðgin skoraði B71 aftur. Tað var eftir hornaspark, at Clayton Soares legði bóltin aftur til Jónsvein Thomasen, sum við hørðum skoti setti bóltin trygt í netið.
Eitt skot fyri bógvin hjá EB/Streymi, sum annars hevði valt ein meiri framrættaðan taktikk til seinna hálvleik, har teir høvdu tikið Gert Hansen út og sett Hanus Eliasen inn í staðin.
Arnbjørn vendi
Løtuna eftir málið hevði Wellington Soares tveir fínar møguleikar at økja, men meðan fyrra royndin fór framvið, so fór seinna uppum.
Eftir hetta fekk EB/Streymur eina góða periodu, har teir við Arnbjørn Hansen á odda vóru um at venda dystinum. Fyrst minkaði Arnbjørn um munin, tá hann beindi bóltin, sum Símun Rógvi Hansen ikki megnaði at halda, í netið. Og síðani vann hann EB/Streymi brotsspark, sum Ronnie Samuelsen setti inn. EB/Streymur kundi eisini skora okkurt aftrat, men neyvleikin vantaði. Hetta revsaði B71 í hinum endanum, har innskifti René Clementsen fekk prikað bóltin, sum var um at fara framvið, í netið.
Hálvhjartað
Soleiðis tapti EB/Streymur 4-2 á uppflytarunum úr Sandoynni. Eitt úrslit sum á ongan hátt verður góðtikið í Sundalagnum. Tann annars trygga verjan spælir illa. Miðvøllurin er ov spjaddur og kantarnir vandaleysir. Arnbjørn Hansen skorar tó framvegis, men ein 21 ára gamal kollfirðingur kann illa einsamallur lyfta felagsliðið, sum nú er dragnað í oddastríðnum.
Ein feril av máttloysi valdar á liðnum. Innsatsurin tykist ikki vera meiri enn hálvhjartaður, og í Sundalagnum seta tey nú sítt álit á, at tveir ungarar fara at geva tað sum skal til, fyri at liðið kann náa somu hæddum sum í fjør.
Meðan EB/Streymur hevur steypakapping og altjóða fótbólt at hugsa um nú, so kunnu sandoyingar fara í summarfrí. Hetta við góðari samvitsku. Við einum ógvuliga ungum og óroyndum liðið hava teir lagt seg soleiðis fyri, at teir eftir 16 umfør hava vunnið eitt stig fleiri enn VB/Sumba, sum akkurát slapp undan niðurflytingini, fekk í fjør.