Átta bilførarar vórðu sunnunáttina tiknir av løgregluni fyri at koyra ov skjótt. Allir átta høvdu fótin so tungan á spitaranum, at teir fáa í minsta lagi treytaða frádøming av koyrikortinum, og hesin dómur verður hangandi yvir teimum í trý ár.
Ferðslupatruljan hjá løgregluni var úti við ferðmátaranum tvær ferðir sunnunáttina, og úrtøkan má sigast at hava verið góð.
Nýggi ferðmátarin hjá løgregluni vísti, at teir koydu ímillum 117 og 137 kilometrar um tíman. Hetta er nóg mikið at missa kortið treytað av nýggjari koyriroynd.
Ein bilførari koyrdi heilt uttan fyrilit hesa náttina. Hann varð tikin tvær ferðir, og báðu ferð var ferðin omanfyri loyvda mark. Hesin bilførari hevði frammanundan ein treytaðan dóm hangandi, og tí missir hann koyrikortið treytaleyst.
Ein bilførari, ið varð tikin í Kaldbaksbotni, koyrdi 117 kilometrar um tíman, og hann hevði eina promillu omanfyri 1.
Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at tað verður koyrt alt ov skjótt á føroysku vegunum. Flestu bilførarar hava tann hugburð, at tað hevur ongan týdning, um ein koyrir ov skjótt, tí ein bilførari missir ikki koyrikortið í fyrsta umfari.
Ræðslan fyri at missa kortið er burtur, og tað kann hava við sær, at førarar ikki leggja í, um teir verða tiknir.Ferðslulógin er tó so, at førarin fær ein treytaðan dóm, sum ikki fellur burtur fyrr enn trý ár seinni, men tað hugsa førarar ikki um.