Eftir drúgvar leysasøgur: Oasis kemur aftur á pall

– Langa bíðitíðin er liðug, sigur bretski rokkbólkurin Oasis um konsertrøðina næsta summar.

Oasis góvust í 2009, tá Noel Gallagher lýsti, at hann ikki longur kundi arbeiða saman við beiggja sínum, Liam Gallagher. Nú er bólkurin risin upp. (Savnsmynd). - Mynd: Mike Clarke/Ritzau Scanpix

Ein av størstu rockbólkunum í 90’unum reisist nú aftur.

Bretski Oasis kemur aftur við konsertum í Cardiff, Manchester, London, Edinburgh og Dublin á sumri 2025.

Tað boðaði bólkurin frá á heimasíðu síni í morgun, eftir at bólkalimirnir sjálvir høvdu boðað frá, at tíðindi vóru almannakunngjørd, sum fekk leysasøgurnar at ganga.

– Drúgva bíðitíðin er liðug. Kom og hygg. Tað verður ikki víst í sjónvarpinum, skrivar bólkurin í viðmerking til sameiningina.

Fráboðaðu konsertirnar eru millum annað fýra á kenda leikvøllinum Wembley í London.

Ætlanin er tilsamans 14 konsertir næsta summar, og sambært bólkinum verða hetta teirra einastu konsertir í Evropa næsta ár.

– Ætlanir eru um, at Oasis Live '25 eisini fer til onnur meginlond uttan fyri Evropa seinni næsta ár, stendur á heimasíðuni hjá Oasis.

Bólkurin gavst í 2009, tá Noel Gallagher boðaði, at hann ikki longur kundi arbeiða saman við beiggja sínum, Liam Gallagher.

Brøðurnir eru kendir fyri sínar ósemjur, men seinastu tíðina hava tekin verið um, at teir báðir hava lagt stríðsøksina.

Millum annað vígdi Liam Gallagher sangin "Half the World Away" beiggja sínum sunnudagin undir konsert á bretska lestrarstevnuni.

Í stuttari viðmerking hjá Oasis til sameiningina er eisini ein møgulig tilvísing til ósemjuna hjá beiggjunum.

– Byrsurnar tiga nú. Alt leggur upp til ein hægri samleika, skrivar bólkurin.

Saman við bólkum sum Suede, Blur og Pulp defineraði Oasis Britpop gjøgnum 90'ini.

Fløgan "(Whats the Story) Morning Glory?" kom út í 1995 og gjørdist mest selda fløgan hjá bólkinum við yvir 22 milliónum seldum eintøkum um allan heimin. Konsertirnar fella sostatt saman við 30 ára dagin hjá fløguni.

Á fløguni eru hitt sum "Don't Look Back in Anger" og "Wonderwall".

Atgongumerki til konsertirnar fara til sølu 31. august.

 

/ritzau/

 

Oasis góvust í 2009, tá Noel Gallagher lýsti, at hann ikki longur kundi arbeiða saman við beiggja sínum, Liam Gallagher. Nú er bólkurin risin upp. (Savnsmynd). - Mynd: Mike Clarke/Ritzau Scanpix