- Alt gott um fólkaatkvøður, men verandi samgonga er í so inkonskevent, tá ið hugsað verður um, hvussu væl hetta evnið er lýst og kanna og granska; meðan tá ið talan er um flatskatt og at skatta pensjónir, so verður tað bara gjørt upp á onga tíð og við minimalari vitan um avleiðingarnar.
Tað skrivar Annita á Fríðriksmørk, fyrrverandi tingkvinna fyri Tjóðveldi, í lesarabrævi.
Hon vísir á, at tað eru fáar politiskar ætlanir, sum eru so væl dokumenteraðar, sum ætlanin um kommunusamanlegging. Avleiðingarnar av ymsum leistum eru væl og virðiliga úr hondum greiddar frá embætisfólkum.
Nú er bara eftir at taka politiska støðu.
- Men verður hon tikin? Nei, nú skal fólkið spyrjast fyrst!, skrivar Annita á Fríðriksmørk.
Tá landsstýrið velur at spyrja borgararnar, má verða greitt, hvat tað verður spurt um, og vita, hvat tað er, tað skal taka støðu til.
Spurningarnir, sum hon nevnir, eru:
- Er talan um fimm, sjey ella níggju kommunalar eindir?
- Hvørji øki er ætlanin at leggja út og nær?
- Hvønn fíggjarligan leist viðførir ætlanin?
Annita á Fríðriksmørk heldur, at tað verða relevantir upplýsingar, sum verða avgerandi fyri úrslitið av fólkaatkvøðuni. Fólkið má vita, hvat spurt verður um, og vita, hvat tað er, tað skal taka støðu til. Fyrrverandi tingkvinnan sigur, at tað er tildømis ikki líka mikið fyri fuglfirðingar ella fyri tey úr sunnaru helvt í Suðuroy, um talan verður um fimm ella níggju kommunueindir.
- Kennir fólkið ikki avleiðingarnar av eini ætlan, sum tey skulu taka støðu til, er stórur møguleiki fyri, at fólkið í ávisum ella fleiri økjum sigur nei. Er tað ikki tað svarið samgongan ynskir, má hon gera sær greitt, hvør leisturin er, sum samgongan arbeiðir eftir. So veit fólkið, hvat tað skal taka støðu til. Og tað kann vera avgerandi fyri úrslitið, sigur Annita á Fríðriksmørk, fyrrverandi tingkvinna fyri Tjóðveldi.