Enn er tað ógreitt, hvat felag landsliðsspælarin Pól Jóhannus Justinussen fer at umboða í ár, men tað er møguleiki fyri, at hetta verður greitt, tá ið henda vikan er av.
Í hesum døgum er Pól Jóhannus í Aalborg og royndarvenur við AaB. Í gjár var hann á besta liðnum, sum í venjingardysti vann 4-0 ímóti Blokhus. Pól Jóhannus fekk seg rættuliga royndan, tí hann var allar 90 minuttirnar í miðverjuni, har hann í 37 minuttir spældi saman við Nicholas Godtfredsen og síðani saman við Thomas Augustinussen.
Fríggjadagin verður venjingardystur ímóti Hobro og sunnudagin ímóti Viborg, og sambært AaB venjaranum, Kent Nielsen, so verður avgerðin tikin eftir vikuskiftið, um AaB skal bjóða Pól Jóhannusi Justinussen sáttmála.
- Í dag fekk hann eitt sindur av innliti í, hvussu spælskipanin hjá okkum er. Í avrikinum vóru bæði pluss og minus. Næstu dagarnar fara vit at hava bæði fysiska venjing og venjing við bólti, og í venjingunum og í dystunum fær Pól Jóhannus møguleika fyri størri innliti í, hvussu spælskipanin hjá okkum er. Tá ið vikuskiftið er av, taka vit avgerð, um vit skulu bjóða honum sáttmála, sigur Kent Nielsen við norðurjyskar fjølmiðlar.
Pól Jóhannus royndarvandi í AaB í november, og nú verður greitt, um tað verður egg ella ungi.