Nýggja eftirlønarskipanin til landsstýrisfólk er als ikki so bílig, sum tey, ið hava samtykt hana vilja vera við.
Tvørturímóti er hon so dýr, at hon kostar tað sama, sum tað kostar at byggja ein nýggjan Brimil.
Hetta sýnir eitt roknistykki, sum Sosialurin hevur gjørt, og sum síðani er eftirkannað og góðkent av serkønum.
Sosialurin hevur roknað seg fram til, at hvørt av teimum 48 livandi landsstýrisfólkunum, sum hava sitið í landsstýrinum frá 1970 til nú, í miðal skal hava 1,6 millión í pensjón. Kostnaðurin hjá tær og øðrum skattgjaldarum fyri hetta verður sostatt 76,2 milliónir krónur.
Men afturat hesum koma 45,7 milliónir til einkjur eftir landsstýrismenn og løgmenn.
Tískil gerst samanlagdi kostnaðurin fyri skattgjaldaran 122 milliónir krónur, sum er á leið tað sama, sum tað kostaði at byggja Brimil.
Pensjón í 10 ár
Sum støðan er í dag, er ein vanligur landsstýrismaður mannfólk um fimmti ára aldur. Hagfrøðin sigur, at restlivitíðin hjá einum fimmti ára gomlum mannfólki er 27 ár. Tað vil siga, at 50 ára gomul mannfólk í miðal liva til tey eru 77 ár.
Ein landsstýrismaður fær pensjón frá degnum, hann fyllir 67. Tískil fær hann í miðal pensjón í tíggju ár, til hann doyr sum 77 ára gamal.
Nógvir landsstýrismenn sita tvey og fleiri skeið í landsstýrinum, men vit hava í okkara roknistykki valt at ganga út frá, at landsstýrismenninir bert sita eitt skeið, tað vil siga fýra ár í landsstýrinum.
Hevur tú verið landsstýrismaður í fýra ár, hevur tú rætt til 36 prosent av fullu landsstýrismannalønini, sum í løtuni er 36.750 krónur um mánaðin. Tískil fært tú 13.230 krónur í landsstýrispensjón um mánaðin, 158.760 krónur um árið og 1.6 millión fyri allan aldurdómin.
Vilt tú hava fulla landsstýrispensjón, mást tú stremba eftir at fáa landsstýrissess tvær ferðir, so tú tilsamans situr átta ár í landsstýrinum. Tá fært tú 22.050 krónur um mánaðin í landsstýrispensjón restina av lívinum. Og livir tú í tíggju ár, fært tú tilsamans 2,7 milliónir krónur.
Konan tekur við
Hóast ein landsstýrismaður eftir hagtølunum doyr, tá hann er vorðin 77 ár, steðgar pensjónin kortini ikki tá. Hjúnarfelagar eftir deyðar landsstýrismenn hava nevniliga rætt til 75 prosent av eftirlønini.
Av tí, at flestu landsstýrisfólkini í Føroyum eru menn, eru hjúnarfelagarnir sum oftast kvinnur. Og í hagtølum er prógvað, at kvinnur liva longri enn menn.
Í roknistykki okkara hava vit valt at ganga út frá, at konurnar hjá landsstýrismonnunum eru tvey og eitt hálvt ár yngri enn menninir, og vit halda okkum til hagfrøðiliga setningin um, at tær liva til tær eru 82 og eitt hálvt ár, tá tær fyrst eru vorðnar miðaldrandi.
Út frá hesum koma vit til tað úrslit, at føroyski skattgjaldarin skal rinda 9.923 krónur um mánaðin til landsstýrismannaeinkjur í átta ár, frá tær eru gott 74 ár til tær doyggja sum gott 82 ára gamlar. Hetta merkir, at vit rinda góðar 119 túsund krónur um árið og slaka millión tilsamans í pensjón til hvørja landsstýrismannaeinkju.
Verður talið av einkjum efir landsstýrismenn mett at vera 48, eins og talið er av landsstýrismonnum, skulu vit tilsamans rinda 45,7 milliónir krónur í pensjón til landsstýrismannaeinkjur.
513 milliónir
Leggja vit samlaðu upphæddina fyri pensjónir til landsstýrismenn saman við samlaðu upphæddini fyri pensjónir til landsstýrismannaeinkjur, koma vit fram til, at kostnaðurin av nýggju landsstýrismannapensjónunum er heilar 122 milliónir krónur, ella nøkulunda tað sama, sum tað kostaði at byggja Brimil.
Oman á tað heila hevur verið upp á tal at gera somu eftilønarskipan fyri tingfólk. Hetta merkir, at skattgjaldarin skal gjalda teimum 128 tingfólkunum, sum eru á lívi, 1,9 milliónir í eftirløn í part. Tilsamans er hetta 244 milliónir krónur.
Skulu hjúnarfelagar hjá deyðum løgtingslimum eisini hava pensjón, er samlaða upphæddin fyri hjúnarfelagar 147 milliónir.
Sostatt kostar sama eftirlønarskipanin til løgtingslimir tilsamans 391 milliónir.
Og verður kostnaðurin av pensjónunum til løgtingslimir lagdur saman við kostnaðinum av pensjónum til landsstýrisfólk, skal føroyski skattgjaldarin rinda 513 millónir krónur í eftirlønum til politikarar. Hetta er ein upphædd, sum svarar til kostnaðin av trimum undirsjóvartunlum ella nýggja Smyrli og Brimli tilsamans.
Fyri at tað skal vera heilt víst, at roknistykkið kann brúkast, hevur Sosialurin lagt allar upplýsingarnar í roknistykkinum fyri fólk við serkunnleika á økinum. Hesi hava síðani eftirkannað roknistykkið og góðkent úrslitið.
Leggjast skal tó til merkis, at roknistykki okkara ikki vísir á árliga kostnaðin av landsstýrismannapensjónunum, men heldur hvat tað tilsamans kostar at rinda teimum landsstýrisfólkunum pensjón, sum nú eru á lívi.
Faktaboks
Pensjónir til landsstýrismenn: 76.204.800
Pensjónir til landsstýriseinkjur: 45.722.880
Tilsamans: 122.000.000
Pensjónir til løgtingsmenn: 244.224.000
Pesnjónir til løgtingseinkjur: 146.534.400
Tilsamans: 391.000.000
Samlaður kostnaður: 531.000.000