­ Eg ætlaði mær at stinga av aftur

Tað sum fekk Leilu á Lofti og familjuna at verða verandi í Føroyum, var ábyrgdina fyri teimum, sum høvdu veðhildið, tá tey seinast í 80 árunum noyddust at keypa sethús í millónaupphædd. ­Tað kundi eg ikki hava sitandi á mær, og so bleiv eg treisk, sigur hon

Tað er ikki fyrstu ferð Leila á Lofti hevur fingið áheitan um at stilla upp, men hon hevur altíð borið seg undan, av tí at hon kendi á sær, at tíðin ikki var búgvin.

­ Ikki fyrr enn nú.Skal eg royna meg, so skal tað vera nú. Hóast eg ikki eri uppald í heimi, har partapolitikkur var samrøðuevni, so havi eg sett mær fyri at royna , sigur Leila á Lofti.

Hon er 36 ára gomul, gift við Mikael, og tey eiga fimm ára gomlu Natashu, sum er ættleidd í India. Leila er útbúgvin fysioterapeutur, og hevur egið virkið, har fimm fólk arbeiða.

Leila á Lofti fekk útbúgving í Århus, og fór síðani til Svøríkis at arbeiða í Karlskoga. Har hitti hon mann sín Mikael, sum í dag arbeiðir á boripalli í Norðsjónum.

­ Tað eru fyri ein part okkara royndir at fáa føtur undir egið borð, sum fær meg at royna politiska arbeiðið, sigur Leila á Loft.

Hon myndar bakgrund sína og hjá manninum soleiðis: - Eg eri elst av fýra systkjum, og eri uppvaksin í vanligum heimi. Pápi mín er skipari og mamma gekk heima til 1988, tá tær vánaligu tíðirnar komu og pápi misti arbeiðið.

Maðurin Mikael er uppvaksin í vanligum arbeiðaraheimi í Svøríki. Mamman var einsamøll við børnunum og arbeiddi úti.

­ Tá maðurin og eg komu heim til Føroya, fóru vit úr tryggum,væl skipaðum viðurskiftum í Svøríki. Vit dugdu ikki rættiliga at fóta okkum her í fyrstuni.


Torført at koma heimaftur

- Umframt at hava verið leingi burtur, skuldi eg venja meg við búgva aftur í Føroyum, men tað var ikki sum at siga tað.

­ Hetta var í tíðini tá húsaprísirnir vóru í hæddini, og tað var ógjørligt at fáa eina íbúð, ella grundstykki. Skuldu vit verða verandi í Føroyum, noyddust vit at seta okkum í millónaskuld, sigur Leila á Lofti.

­ Tey fyrstu árini var ein bardagi fyri at yvirliva. Tað hevði við sær, at eg kendi meg øgeliga einsamalla.

­ Vit høvdu havt okkara dreymar um at koma heim at búgva, men tað var eins og einki kundi lata seg gera.

­ Vit noyddust at enda at keypa sethús, men tað skuldu fleiri veðhaldarar til, fyri at tryggja okkara ovurdýru lán. Tað gjørdi sítt til, at vit arbeiddu ógvuliga nógv, samstundis sum vit stúrdu fyri ikki at klára at svara hvørjum sítt.

­ Kenslan av at liva av peningastovnsins náði, stýrdi okkara lívi, tí vit skuldu dagliga standa teimum til svars fyri, hvat vit brúktu peningin til.

Tá peningastovnarnir vóru sannførdur um, at teir kundi stýra okkara húsarhaldi, fingu vit lagaligari gjaldsskipan, sigur Leila á Lofti.

Leila og maðurin høvdu eisini aðarar trupulleikar at berjast við. Tað visti seg, at hjúnini ikki kundu fáa børn, og fóru tí undir at søkja um at sleppa at ættleiða eitt barn. Eitt krav fyri at verða góðkend sum foreldur var m.a. at tey áttu hús, og tí kundu tey ikki fara úr húsunum.


Vildi ikki fara

frá sínum kæru

­ Ótryggu viðurskiftini fingu okkum kortini at umhugsa at fara avstað aftur, tí alt vísti seg at vera so trupult og tungt hjá fólki, sum ikki áttu pening. Onnur orsøk til, at vit ikki fóru av landinum, var ábyrgd okkara mótvegis teimum, sum høvdu veðhildið fyri okkum, tá vit keyptu húsini.

­ Omma mín á Argjum, sum er hornasteinurin í mínum lívi og tey ið stóðu mær nær, vildi eg heldur ikki fara frá, sigur Leila á Lofti.­ Og so bleiv eg treisk. Eg eri soleiðis háttað, at um eg haldi meg verða skeivt viðfarna, so gevist eg ikki á hálvari leið, men berjist víðari, til eg komi á mál, sigur Leila á Lofti.

Fyrstu tvey árini í Føroyum, starvaðist hon á Láðargarði. Har vóru nógv góð og vís fólk, bæði starvsfólk og búfólk, sum royndu at geva henni upplýsingar og ávirka hana at skilja samfelagið.

­ Eg gekk altíð og gramdi meg og setti spurnartekin við alt í gerandisdegnum. Hetta var júst undir einum valstríði. Petur Christiansen og Hans Sundstein, sáli, royndu at siga mær frá samfelagsviðurskiftunum.

­ Tað birti undir áhugan fyri politikki, og eg útveg-aði mær stevnuskráirnar hjá politisku flokkunum. Tað gav mær mót og áræði at halda fram, sigur Leila á Lofti.

Hon hevur túsund uppskot um at broyta viðurskiftini hjá fólki. Henni dámar væl felagsarbeiði og at seta okkurt í verk, tó at hon kann vera ógvuliga ótolin. Leila hevur m.a. verið við til at stovna Parkinsonfelagið og hevur skipað fyri at brekað fáa ríðiterapi.

­ Tað er eisini fyri at fáa nakað av skafti, at eg nú fari at royna meg í politisktum arbeiði, sigur Leila á Lofti.Tær royndir, sum hjúnini gjørdu, tá tey vildu ættleiða, vóru ikki lættar og einfaldar. Hon vil tí eisini m.a. arbeiða fyri at foreldur í privatu vinnuni fáa somu barnsburðarviðurskifti, sum tey i almennum størvum.

­ Fyri tey, sum vilja hava børn, er barnloysi ikki nakar luxustrupulleiki. Tað átti tað heldur ikki at verið hjá teimum, sum ynskja at ættleiða, men trupulleikin er, at tað kostar øgeliga nógv.

­ Og kortini, tá tú hevur fingið barnið, so gongur tað upp fyri einum, hvussu lítið peningur hevur at týða, sigur Leila á Lofti brosandi, men leggur dent á, hvussu umráðandi tað er, at barnleys fáa somu sømdir, sum onnur foreldur.