Eg boykottaði ongan

Undir yvirskriftini »Boykottaði valstríðið hjá sínum egna flokki« á fyrstu síðu í Sosialinum mikudagin 11. mars verði eg lagdur undir at hava boykottað valstríðið hjá Tjóðveldisflokkinum í útvarpi og sjónvarpi.

Undir yvirskriftini »Boykottaði valstríðið hjá sínum egna flokki« á fyrstu síðu í Sosialinum mikudagin 11. mars verði eg lagdur undir at hava boykottað valstríðið hjá Tjóðveldisflokkinum í útvarpi og sjónvarpi.

Áki Bertholdsen sigur seg hava tíðindini frá »álítandi keldum«, sum tó eru dulnevndar. Sambært hesum keldunum havi eg eisini kravt so nógva talutið, at »tað bleiv ovboðið hjá hinum valevnunum«.

Hetta seinasta er ein løgin pástandur, eftirsum tað ikki vóru valevnini, sum býttu talutíðirnar ímillum sín í útvarpi og sjónvarpi. Tað gjørdi harafturímóti Starvsnevndin hjá flokkinum (ein av teimum trimum Starvsnevndarlimunum er eisini valevni, og hon fekk, tá saman um kom, meira talutíð í sjónvarpinum enn nakað annað valevni).

Longu áðrenn eg stillaði upp, gjørdi eg vart við ? gjøgnum kanalir, sum eg metti nóg góðar ? at eg helt, at hjá Tjóðveldisflokkinum áttu eins og í hinum flokkunum einir tveir persónar at profilera flokkin í valstríðnum (ikki, at flokkurin skuldi profilera einar tveir persónar, sum Áki Bertholdsen skrivar).

Eg mælti ma. til, at Heini O. Heinesen skuldi taka sær av orðaskiftinum í útvarpinum, og at eg skuldi taka mær av orðaskiftinum í sjónvarpinum. Hetta seinna bar tó ikki til, tí sjónvarpið vildi hava tveir luttakarar, segði formaðurin Óli Holm. Hesum læt eg mær lynda.

Tá so sendingin var komin undir land, fekk eg at vita, at sjónvarpið vildi hava tríggjar luttakarar. Tað undraði meg, og eg spurdi meg tí fyri í sjónvarpinum. Har fekk eg at vita, at flokkurin gjørdi sjálvur av, um hann sendi ein, tveir ella tríggjar luttakarar.

Tað var fyrst og fremst henda villleiðingin ? ivaleyst við tí sum endamáli at geva mær so lítla tíð sum gjørligt ? ið fekk meg at boða Starvsnevndini frá, at eg vildi onga talutíð hava yvirhøvur.

Tað vóru tó eisini onnur viðurskifti, sum gjørdu seg galdandi, sum tað verður ov drúgvført at fara inn á her ? og sum helst eisini egna seg betur til ein innanfloks fund.

Men eg vil sláa fast, at eg havi ongan boykottað, men harafturímóti luttikið aktivt í valstríðnum, ma. við at skriva í bløðini.