Eg elski Elton John

Høvuðsnavnið á G! var danska orkestrið “Nephew” við Simon Kvamm á odda, sum, ikki at gloyma, er abbasonur ein gøtumann. Nephew, sum vóru á G! í 2007 hava verið saknaðir á fesitvalskránni líka síðan teir spældu á festivalinum seinast, har teir fektaðu við wannabe Darth Vadersvørðum á Gøtusandi eitt so fagurt summarkvøld. Tað kvøldið prógvaðu teir, at teirra dynamiski og harði tónleikur við breiðu ljóðmyndini egnaði seg perfekt til ein festival í Føroyum.

Sambært álítandi keldum, www.gfestival.com, hava fesitvalgestir gramt og venað seg um, at teir vilja hava síni yndissysktinabørn úr Danmark aftur á G! ongantíð ov skjótt. Teirra ynski bleiv sum kunnugt uppfylt í ár, og seint seinnapart leygardagin lendu Kvamm og co. í Vágum. Ein túrur hann segði seg frykta fyri ikki fór at eydnast vegna veður. At teir ikki høvdu fingið lent, hevði sambært Kvamm og áskoðarunum, verið ein katastrofa!

Kvamm heldur Føroyar verða fantastiskar og lat ongan iva vera um, at Føroyar halda Kvamm og Nephew vera fantastiskar. – Lige over! Tað er samstundis heldur ongin ivi um at G! og Nephew veruliga hóska væl saman, ja, at Nephew og Føroyar í heila tikið hóska væl saman.

Elska Føroyar

Kuli Simon Kvamm hevur ein serligan tokka til Føroyar og umvent, og hann nevndi sum væntað eisini abba sín, sum var gøtumaður á konsertini. Umframt at abbi Simon var føroyingur, hava Nephew hildið sambandið til Føroyar við líka, millum annað við at samstarva við Eivør á lagnum Police bells and church sirens, umframt at Eivør hevur hitað upp til fleiri av teirra nógvu konsertum.

Nephew hava sanniliga verið virknir síðan seinasta fløgan hjá teimum, sum kallaðist DanmarkDanmark, kom út seinasta summar. Teir hava selt platin, og vunnið Gaffa virðislønir fyri besta sang, 007 is also gonna die, fyri bestu donsku fløgu og fyri besta danska bólk. Teir hava millum annað spælt konsertir í Ruslandi og í Týsklandi, umframt á Rosikide í ár, har teir vóru eitt av høvuðsnøvnunum.

Trongt við pallin

Tað vóru teir sum áður nevnt eisini á G! í ár. Av tí at konsertin, ið fyrireikararnir væntaðu fór at draga nógv fólk til, varð flutt niðan á lutfalsliga lítla konsertøkið á spæliplássinum, var vernd sett upp fremst við pallin, so ongin skuldi koma til skaða undir konsertini. Hetta høvdu teir gjørt klókt, tí tá Nephew fóru á pall um eitt tíðina leygarnáttina, var spæliplássið fullkomiliga pakkað við fólki, ið nú veruliga vóru í festivalhýri, og meir enn spent uppá at hoyra Nephew live einaferð enn í Gøtu. Hetta var samstundis mett at vera størsta konsertin á festivalinum, og hon skuldi tí hoyrast og síggjast, - og tað sást aftur, bæði so og so. Fjøldin gekk fullkomiliga amokk, tá teir byrjaðu at spæla, og fólk kroystu og skumpaðu seg framat pallinum, so Kvamm fleiri ferðir mátti biðja fólk um at taka seg aftur og slappa av, so ongin bleiv trampaður niður. Fleiri rýmdu, tí tey kendu seg ótrygg í stóru mannamongdini, har tað bleiv alt ov trongt frammi við pallin.

Veðrið spældi puss

Men Nephew skuffaðu ikki sínar føroysku frændur og áhoyrarar. Teir spældu alt tað, teir skuldu. Og teir gjørdu tað akkurát sum teir skuldu, tvs. við eini rúgvu av orku, sum buldraði út yvir Syðrugøtu og útyvir áhoyrararnar. - At ljóðið eisini til hesa konsertina kundi verið betur er ein onnur søga, tí sum nevnt áður, var onki at gera við, at umstøðurnar vóru, sum tær vóru. Sum teir gomlu søgdu, og helst eisini vit, modernaðu mennsikju, so kunnu vit onki gera við veðrið, og tí eru vit noydd at fáa sum frægast burturúr. - Og alt í alt eydnaðist hetta væl, hugsa vit um umstøðurnar.

Kvamm tosaði eitt sindur av føroyskum, ma. fortaldi hann, at hann elskaði Elton John, og ikki minst, at abbi hansara var úr Gøtu. - Og juhuuuu! Akkurát tað, saman við geniala konserttónleikinum hjá Nephew, var tað, áhoyrarirnir vildu hoyra, eftir tríggjar plaskvátar festivaldagar, har ongin visti við vissu, hvussu alt fór at ganga upp. Um tað yvirhøvir fór at ganga upp í eina hægri eind, ella um alt bara fór at fara á bláman saman við teltum og øðrum, sum ikki megnaði at halda stand móti nógva vindinum og regninum, ið plágaði G!festivalin 2010.

G!Festivalurin

Sissal Kampmann