Eg elski hetta - men kanska er tíðin komin

Rás2: Atli Gregersen tosar um tankarnar at gevast og seinast hann var í Budapest

Liðskiparin á landsliðnum, Atli Gregersen, er eftihondini komin í klubban saman við Fróða Benjaminsen, har aldurin er byrjar at gera um seg. Liðskiparin er blivin 35 ár og hóast hugurin er góður, so livur tankin um at gevast onkustaðni.

 

Hoyr samrøðuna við at trýsta á pílin undir myndini

 

- Eg havi hoyrt samrøðurnar við Fróða Benjaminsen og eg haldi at hann sigur tað so væl. Tú mást royna at finna hurðina, áðrenn tú verður blakaður út sjálvur. Men eg havi eina kenslu av, at tað verður tað ikki hjá mær. Fótbóltur er ein sjúka, sum tú verður bitin av og tað er ringt at sleppa av við. Eg má fáa mær eitt prát við Lars Olsen og eisini konuna, sum altíð hevur stuðlað mær væl og um børnini tíma at fáa so nógv Tax-free, sigur Atli Gregersen.

 

Les eisini: (Liðfelagir) Gunnar Nielsen er eitt grenj

 

Hann sigur eins og Fróði Benjaminsen, at yngra ættarliðið er væl fyri og tað skjótt at blíva yvirhálaður. Hinvegin er hugurin til staðar at halda fram og úrslitini benda á, at tað gongur væl.

 

Les eisini: (Liðfelagir) Viljormur er lekrast

 

-       Eg elski hetta, men kanska er tíðin komin til at onkur annar skal sleppa framat, ella eg blívi yvirhálaður. Eg havi ikki tikið endaliga støðu enn. Tað skiftur frá dag til dag. Slíkar løtur sum hesar, tá tú fert út á ein leikvøll frammanfyri 25 túsund fólkum og tú umboðar Føroyar, tær blíva ikki betri. Tað er ringt at sleppa, sigur Atli Gregersen.

 

Les eisini: Vit gita liðið - fýra broytingar

 

Liðskiparin er 35 ára gamal og hevur spælt 40 landsdystir fyri Føroyar. Prátið á Groupama leikvøllinum í gjár snúði seg eisini um Ungarn og seinast hann var í Budapest, har hann bleiv útvístur.

 

- Avgerðin er ikki tikin, eru seinastu orðini um tankarnar at gevast á landsliðnum.

 

Rás2 hevur upptakt og beinleiðis frá søgn frá bæði A-landsdystinum í Ungarn klokkan 19.45, og frá U21 landsdystinum móti Georgia á Tórsvølli klokkan 17.30.