- Tá ið eg finnist at onkrum, fái eg ofta at vita, at eg kann bara fara avstað av landinum aftur.
Tað sigur Veronika úr Argentina. Fyri fýra árum síðani flutti hon Føroyar, her hon búsettust í Klaksvík.
Men Klaksvík er, og fer altíð at vera mítt nýggja heim, og Føroyar eru mítt nýggja land.
Hinvegin følir hon ikki, at hon rættiliga fær møguleikan fyri at fáa fótin fastan í Føroyum.
- Tað gongst nevniliga illa at fáa arbeiði og tað gonst strilti at sleppa at læra seg føroyskt.
Hon sigur, at orsøkin til, at hon flutti til Føroyar, er tann sama, sum hjá nógvum øðrum útlendingum, sum eru komnir higar.
- Ein føroyingur stjól mítt hjarta og fekk meg at flyta til hettar landið. Og frá tí at eg steig fótin á land her fyrstu ferð, stjól hetta landið eisini mína sál, við øllum tí vakra í Føroyum - havinum, ælaboganum, regninum, húsunum við flagtaki, tí føroyska dansinum og kvæðunum, tí fríska matinum og tí serliga luktinum av vátum grasi og seyði.
Men Veronica dylir ikki fyri, at hon hevur vónir um, at føroyingar broyta atburð til útlendingar, og at føroyingar sleppa av við sína útlendingaræðslu.
- Eg flutti til Føroya, tí eg vildi byggja mær eina familju í einum tryggum og friðarligum umhvørvi, og har eg kann síggja børn míni veksa upp, fáa eitt arbeiði, og liva eitt gott lív, sigur Veronica.
- Men tað ið ger meg kedda, er, at tað ikki hevur borið til at fáa eitt arbeiði ið ikki var tíðaravmarkað. Tað hevur heldur ikki borið til at fingið góða frálæru í føroyskum.
Hon vísir tó á, at hon hevur havt møguleikan at læra føroyskt á kvøldskúla her í klaksvíkar kommunu. Men støði hevur verið ov lágt og tískil hjálpir tað ikki henni.
- Eg føli tað soleiðis, at tann føroyska útlendingaskipanin er ikki nøktandi tí at vit fáa ikki møguleikan at útbúgva okkum, ella at læra okkum føroyskt, so at vit av álvara kunnu verða við í samfelagnum.
Hon sigur, at eitt, sum er vert at hugsað um, er, at tað er munur á teimum í Norðoyggum og teimum í Havn.
- Útlendingar, sum búgva í Havn, hava fingið betri undirvísing á hægri støði enn vit hava fingið í Norðoyggum. Ein skuldi ikki væntað, at mismunur verður gjørdur á fólki í einum so lítlum landi, men tað sær út til at vera veruleikin kortini.
Veronica sigur, at sum so nógvir aðrir útlendingar í Føroyum, hevur hon eina útbúgving. Hon er bacholor í List, sniðgeving og samskifti.
- Og tá ið eg havi havt møguleikan at arbeitt við list á einum tíðaravmarkaðum starvi, havi eg fingið nakrar skelkandi viðmerkingar. Ein var, at mítt listarverk var ikki gott tí at eg ikki var føroyingur. Ein viðmerking, eg fekk frá einum viðskiftafólki, var, at tey vildu ikki gjalda tann prísin, vit høvdu avtalað, tí at eg var ikki føroyingur.
- Er hetta ikki útlendingahatur, hvat er tað so, spyr Veronica.
- Tá ið eg havi tosað um hvussu tungt tað er at byrja eitt nýtt lív í einum nýggjum landi, og hvussu tórført tað er at fáa hjálp fra mynduleikinum í einum nýggjum landi, fái eg ofta at vita, at eg skuldi bara farið heim aftur.
Men tað verður av ongum, sigur Veronica, tí hon ger púra greitt, at Klaksvík er, og fer altíð at vera, hennara nýggja heim, og Føroyar hennara nýggja land.
- Eg fari ongan veg og eg gevist ikki at stríðast, bara tí at tað til tíðir er tórført. Eg vil kempa fyri at hjálpa útlendingum at fáa eina betri útbúgving, og at læra málið, so at vit kunnu samansjóða okkum betur í føroyska samfelagnum, sigur hon.
Hon sigur, at tá ið tey hava tosað við politikarar um trupuleikarnar, sær tað út sum um at teir halda at tey bara grenja og møsna.
- Men veruleikin er, at tað er teir ið gloyma, at vit búgva í hesum landi, at vit eru borgarar her, og tað er okkara rættur at fáa hjálp.
- Vit útlendingar krevja ikki nógv. Tey flestu av okkum vilja bara fáa fralæru í føryskum, so at vit kunnu fáa viðurkenning, og klára okkum betur á arbeiðismarknaðinum, og samansjóða samfelagið.
Hon vónar, at hetta fær summar føroyingar at broyta hugburð til útlendingar. Og hon vónar eisini, at onkur politikari lesur hetta, og ásannar, at nú er tíðin komin til at raðfesta útlendingarnar, ið búgva her í Føroyum, líka høgt sum onnur.
- Okkara ynskið er so einfalt, sum tað kann vera og tað er at sleppa at læra føroyskt, sigur Veronica.