Uppskotið til kolvetnislóg fyri Føroyar er nú farið til viðgerðar í Vinnunevndini. Formaðurin, Jørgen Niclasen, sigur við Sosialin, at hann er sera væl nøgdur við 1. viðgerðina á tingi og fegnast um, at allir flokkar standa so samdir í hesum stóra máli.
- Tað sær ikki mætari út enn at allir flokkar taka undir við, at vit skulu fara undir veruliga leiting eftir olju, og at hetta skal vera gjørt undir bæði skipaðum og skilagóðum viðurskiftum. Eg haldi, at vit tingmenn kunnu vera ernir av, at vit í einum so stórum máli, standa saman og draga eina línu. Hetta snýr seg ikki bert um møguleikar hjá verandi ættarliðið, tað snýr seg so sanniliga eisini um framtíðina hjá komandi ættarliðum.
Ikki jólatrøll
Formaðurin í Vinnulívsnevndini sigur, at hann fer geva málinum eina bæði seriøsa og góða viðgerð í nevndini. Sjálvur roknar hann við, at tað fer at eydnast nevndini at fáa málið fyri aftur tingið um einar tríggjar vikur, soleiðis at tað kann verða samtykt við 2. og at enda 3. viðgerð fyri jól. Er tað so, at tað gongur longri tíð enn so, tá vil hann so royna at fáa málið í tingið, soleiðis at tað kann avgreiðast har antin fyri árslok ella beint eftir árslok.
Jørgen Niclasen leggur dent á, at hóast málið er væl lýst av serkønum í tí frágreiðing, sum er løgd fram og í lógaruppskotinum, so eigur tað ikki at verða skundað ígjøgnum. Vinnunevndin má sleppa at brúka ta neyðugu tíðina til at viðgera málið í. Hann heldur annars fyri, at ferðin hjá Vinnunevndini í Noregi herfyri hevur verið til góða hjálp hjá teimum, sum nú skulu til at gera álit í málinum.
1. útbjóðing sum ætlað
Jørgen Niclasen vónar, at tað fer at bera til at halda tíðarætlanina viðvíkjandi tí fyrsta útbjóðingarumfarinum. - Hetta er ætlað at vera tíðliga í ár ella til várs. Vit mugu tí fáa skattalógir og aðrar lógir og reglugerðir, ið hava tilknýti til 1. útbjóðingarumfar, uppá pláss fyrst í komandi ári. Jørgen Niclasen sigur, at hetta ðið er longu komið væl áleiðis, soleiðis, at tað nýtist ikki at taka so nógv av komandi ári til at gera tilfarið liðugt til løgtingið at avgreiða. Men hann viðgongur, at tað tá verður talan um at taka støðu til fleiri álvarsspurningar, men vónar kortini, at tann viðgerðin fer at vinna eins góðan og sámuligan frama í tinginum sum uppskotið til kolvetnislóg.