Í hesum døgum eru nógv flyting í Tinganesi. Ikki bert politikarar fara kanska at stinga í sekkin, men eisini heildar deildir í umsitingini flyta úr Tinganesi.
Borgarhjørt Kragesteen er ein teirra, sum flytir úr Tinganesi í Albert Hall, har Fíggjarmálastýrið skal hava til húsa.
Seinastu 12 árini hevur hon verið skrivari hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum og mentamálum, og hevur sitið í forskrivstovuni, sum er millum hesar báðar fólkavaldu.
Nógvir politikarar hava verið hennara arbeiðsgevarar. Tilsamans hevur hon arbeitt fyri 15 landsstýrismenn úr ymsum flokkum, og allir hava verið stak góðir at samstarva við, Borgarhjørt Kragesteen
Finna stevið
Menniskjað og politikararin eru tveir persónar, og í veruleikanum tosa vit ógvuliga lítið um politikk í Tinganesi.
Tað ræður bert um at finna stevið, tá nýtt fólk kemur til, og tað hevur ongantíð verið nakar trupulleikir, sigur Borgarhjørt, sum vit prátaðu við, meðan hon stákaðist við flytingina í vikuni.
Hon var bert 19 ára gomul, tá hon byrjaði at arbeiða í Tinganesi í 1973, eftir at hon hevði verið í læru á advokatvirkinum hjá Leivur Lützen, og hevði arbeitt har í eitt ár.
Tá var øll umsitingin ein eind, sum kallaðist Landsskrivstovan. Vit vóru eini 30 starvsfólk, og Johan Djurhuus var skrivstovustjóri.
Tað var stór umbroyting fyri meg at byrja í Tinganesi, tí eg kendi als einki til politisku flokkarnar, men Johan Djurhuus, sum eg var skrivari hjá, var eitt einastandandi menniskjað, og hann fekk alt at laga seg. Vit høvdu stóra virðing fyri. honum, sigur Borgarhjørt Kragesteen.
Umstøðurnar í dag eru so nógv øðrvísi, og kunnu ikki sammetast við gomlu skipanina. Øll arbeiddi saman og hjálptu til, har tað var neyðugt. Eitt nú vit at taka telefonina, fotokopiera o.t., ið tá var vanligt skrivstovuarbeiði.
Í 80 árunum kom broytingin í, tá Landsskrivstovan var býtt upp í tríggjar eindir, og skrivstovufólkini fluttu fyri seg. Síðani eru nógvar broytingar farnar fram, sigur Borgarhjørt.
Hon heldur kortini, at tað er ógvuliga spennandi avbjóðing, at fara í nýtt starv, hóast hon fer at sakna Tinganes, har hon hevur gingið í 25 ár - og kennir hvønn krók.
Tað er eisini torført at fara frá starvsfólkunum, sum tú kennir væl og ert vorðin góð við, sigur Borgarhjørt Kragesteen.
Hon minnist aftur á nógvar stuttligar løtur í arbeiðinum tey árini, tá alt ikki var so stórt og formelt.
Fólk komu á gátt
Tað kundi við hvørt vera eitt sindur møtumikið, tí fólk í tíð og ótíð komu inn av gøtuni og spurdu eftir landsstýrismonnunum.
Onkur var í so ofta á gátt, og tað kundi vera eitt sindur strævið hjá landsstýrismanninum. So kundu vit finna uppá at siga, at hann var á fundi o.s.fr.., eins og fyri at fáa arbeiðsfrið.
Ein dagin kom ein persónur sum vant inn og vildi sleppa at tosa við landsstýrismannin. Eg segði sum var, at hann var á landsstýrisfundi.
Jú, viðkomandi fór beint at kanna málið, og tá hurðin í fundarhølinum fór upp júst tá, fór persónurin inn og segði: Nú havi eg tykkum allar samlar!
Fundarfólkini hvukku við, men sissaðust aftur, tí persónurin gjørdi hetta bert í skemti, sigur Borgarhjørt.
Tað hava ikki bert verið vansar av at umsitingin vaks tey fyrstu árini, tí tá komu starvsfólkini nærri politikararunum.
Vit komu hvør øðrum nógv meira við, bæði arbeiðsliga og menniskjansliga, sigur Borgarhjørt.
Hvat heldur tú um bygnaðarbroytingarnar?
Tað er ein stórbroyting, sum hevur verið torført og strævin, tí broytingarnar hava gingið so skjótt. Tá alt er fingið í rættlag, verður helst í lagi, men hetta verður ein veldug umsiting, sum er alt ov stór eftir okkara umstøðum, sigur Borgarhjørt Kragesteen.
Hon stúrir eitt sindur fyri framtíðini, tí ótrúliga nógv nýggj fólk eru sett í leiðandi størv, sum ikki hava tær stóru arbeiðsroyndirnar.
Við bygnaðarbroytingunum verða bert fólk við hægri útbúgvingum sett í størv. Hóast søkt verður eftir fólki í skrivarastørvum, verða fólk við hægri útbúgvinum tikin fram um, og tí verður ikki javnvág í bygnaðinum.
Okkara starvsfólkastættur minkar tí munandi í tali, tí tey við hægri útbúgvingum ota seg inn á okkara stavsøki, sigur Borgarhjørt Kragesteen, sum kortini fer til arbeiðis í Albert Hall við positivum sinni.
Tað verður eisini ein saknur, tí vit bert eru sjey starvsfólk hiðani, sum flyta, og bert eitt starvsfólk,sum eg havi arbeitt saman við í nógv ár, sigur Borgarhjørt og fer aftur undir flytiarbeiðið.