»Eg geri eina fløgu«

Á matstovuni umborð á Norrönu hitti Sosialurin 16 ára gomlu Poulu Grunnveit. Poula býr í Havn og gongur dagliga í Kommunuskúlanum, men seinastu vikuna hevur hon verið á skíðferð í Voss í Norra.

Hvat gert tú dagliga?
Hugni, flenni og stuttleiki mær saman við vinum. Eisini svimji eg tvær ferðir um vikuna. Í løtuni eri eg somuleiðis í holt við at gera eina nýggja fløgu saman við systur míni, Randi. Í fyrstu atløgu fara vit bert at geva familju og vinum eitt avrit av fløguni, tí tað er so kostnaðarmikið at geva hana út í handlum. Á fløguni verða andaligir sangir, ið ein kona í Haldarsvík hevur skrivað.
 
Hvussu dámdi tær at standa á skíðum?
Mær dámdi væl at vera í Voss. Ì byrjanini var tað heldur trupult at fara oman eftir skíðbrekkunum  eg datt fleiri ferðir, men fekk tó ongantíð ilt. Eftir eina tíð var eingin trupulleiki at fara við fullari ferð omaneftir. Eg royndi fleiri skíðbrekkur  bæði fyri roynar og óroyndar skíðrennarar. Um kvøldið var eg sera troytt, men hóast hetta fór eg glað upp hvønn morgun og niðan aftur í fjøllini at skíða. Eg havi verið í Voss í eina heila viku, men tími ikki heim hóast hetta. Men hvør veit  kanska eg fari aftur á skíðferð næsta vetur?
 
Hvat hevur tú gjørt umborð?
Tað rullar eitt sindur, so eg havi sovið eina løtu. Annars havi eg bara gingið mær ein túr á bátinum, keypt sodavatn í dós og góðgæti í hópatali. Somuleiðis havi eg keypt eina bamsu til systurdóttir mína. Hon elskar Palla Pumm og kompagni. Júst nú havi eg annars etið á Norröna Buffét. Tað smakkaði væl. Í kvøld verður dansur umborð, og tá fari eg í øllum førum at lurta og kanska eisini dansa onkran dans.
 
Hvørjum vilt tú heilsa?
Eg vil fegin senda eina serliga heilsu til mammu og mína bestu vinkonu, Onnu Herlu.