- Eg gleði meg hvørja ferð at koma á G!

Magni Arge, fólkatingsmaður, svarar trimum spurningum um G!


Hvørjar konsertir ætlar tú tær til á G!?
Eg gleði meg hvørja ferð at koma á G!, men tað er ikki altíð sjálv tónleikaskráin, sum dregur meg. Fyrst og fremst er tað samveran við fólki, sum eg kenni og hugnin í bygdini.


Er nøkur konsert, sum tú gleðir teg serliga nógv til?

Í ár er tað eisini soleiðis, at tað heldur ikki er eitt serligt navn á skránni, sum dregur meg norður. Tað er at koma aftur hagar, har eg mangan havi spælt sum smádrongur og at møta vinum og kenningum.


Hvat er títt besta G! minni?

Míni bestu minnir eru kanska heldur ikki altíð tónleikurin, hóast tað hevur verið stórt. Til dømis, tá Europa spældi á sandinum. Sjónleikurin hjá Kjartan Hansen í fjósinum stendur eisini lýsandi í minninum, men samanumtikið, so er tað samveran við øllum teimum, sum eru har, sum stendur klárast fyri mær.