Almenn uppsøgn
? Eg eri ómetaliga fegin. Tað, sum hevur størstan týdning fyri meg, er, at eg eri fullkomiliga reinsaður og havi fingið uppreisn.
Hetta sigur Jákup Mørkøre í sínum fyrstu viðmerkingum aftaná at Føroya Rættur fyrr í vikuni feldi dóm í málinum, sum hann reisti ímóti Almanna- og heilsumálstýrinum.
Í januar í 2000 varð hann koyrdur frá sum leiðari fyri Landssjúkrahúsið. Hann varð sannførdur um, at grundarlag var ikki fyri at koyra hann frá og tí stevndi hann.
Og nú hevur Føroya Rættur fríkent hann 100 %.
Krevur treiskni og dyggan stuðul
Men at tað kann vera bæði drúgvt og møtimikið at koma upp á tvørs av almennu Føroyum, má Jákup Mørkøre ásanna, tí tað tók honum næstan fýra ár at vinna sín rætt.
Og nú dómurin er fallin, er hann bara fegin, men hann hevur ikki so stóran hug til tær nógvu viðmerkingarnar.
Men hann viðgongur, at tað krevur bæði treiskni og dyggan stuðul frá húskinum at gjøgnumføra eina sak sum hesa.
Og hann viðgongur eisini, at tað er ikki serliga hugaligt at liggja undir øllum møguligum ákærum í fleiri ár og at tað skal taka so langa tíð.
?Dómsvaldið í Føroyum melur, umenn tað melur ómetaliga seint og tað er tyngjandi, leggur hann afturat.
? Tað, sum hevur týdning fyri meg, er, at eg havi fingið uppreisn.
Hann fegnast eisini um, at nú er málið lýst út í æsir.
Hann vónar eisini, at vit taka við læru av hesum málinum í sambandi við viðurskiftini ímillum almennar myndugleikar og starvsfólk.
Rætturin vísir øllum aftur
Helena Dam á Neystabø varð landsstýriskvinna í heilsumálum um hetta mundi og hon segði, at orsøkin til, at Jákup Mørkøre varð sagdur upp, var at hann var bæði
ólýðin og óloyalur ímóti politiska myndugleikanum. Ein onnur orsøk var, at hann var óegnaður at vera leiðari fyri Landsjúkrahúsið. Ein onnur uppsaganrgrund var, at Jákup Mørkøre hevði ikki evnini at samskifta við tey, hann skuldi samskifta við, eitt nú álitisfólk, fakfeløg o.s.fr. og tí skapti hann ótryggleika.
Men hesum vísir Føroya Rættur aftur.
Jákup Mørkøre var hvørki ólyðin ella óloyalur. Hann var heldur ikki óegnaður at verða leiðari og manglandi evnini at samskifta eru ikki prógvað, sigur Føroya Rættur.
Rætturin sigur, at, at hetta eru so álvarsligar ákærur, at tað er neyðugt at prógva tær.
Men hetta hevur Almanna- og heilsumálastýrið ikki megnað.
Ein orsøk til at Helena Dam á Neystabø helt at Jákup Mørkøre var ólýðin og óloyalur, var, at hann hevði fortalt í sjónvarpi Føroya, at tað var neyðugt at siga nógvum fólkum upp á Landssjúkrahúsinum, uttan at hon visti nakað sum helst um tað. Seinni hevði hon fingið at vita, at talan kanska fór at verða um 8-10 uppsagnir.
Men rætturin heldur, at tað kann ikki vera orsøkin til uppsøgnina.
Høgni Joensen, sum varð aðalstjóri, vitnaði eisini í rættinum um, at hann frammanundan hevði fingið at vita frá Jákup Mørkøre, at neyðugt var at siga nógvum fólkum upp og at hann hevði ikki mótmælt.
Hann segði somuleiðis, at hann ongantíð hevði hoyrt, at nakað hevði verið galið við tí arbeiðið, sum Jákup Mørkøre hevði gjørt í sambandi við fíggjarlógina.
Hetta hevði Helena Dam á Neystabø eisini fingið at vita. Høgni Joensen mintist ikki um talið 27 uppsagnir vórðu nevndar fyri Landsstýriskvinnuni, men hann var vísur í, at 24 uppsagnir vórðu nevndar fyri henni. Hvar hon hevði talið 10 uppsagnir frá, visti hann ikki.
Rætturin sigur eisini, at Jákup Mørkøre hevði av røttum fingið tað fatan, at tað var eftir avtalu við Almanna- og Heilsumálaráðið, at uppsagnirnar vórðu settar í verk.
Rætturin sigur, at tá ið fólk skulu sigast upp, slepst ikki undan at skapa ótryggleika. Men Almanna- og heilsumálastýrið hevur ikki prógvað, at Jákup Mørkøre ikki dugir at samskifta við onnur. Tað einasta, sum fyriliggur í málinum um hetta, er, at Helena Dam á Neystabø biðjur hann um at halda sáttmálarnar í sambandi við uppsagnir.
Uppsøgnin ógyldug
Rætturin kemur tískil til tað niðurstøðu at ongar sakligar orsøkir vóru fyri at siga Jákup Mørkøre úr starvi og tí er uppsøgnin ógyldug.
Tí verður Almanna- og Heilsumálastýrið dømt at viðurkenna, at uppsøgnin er ógyldug. Almanna- og Heilsumálastýrið skal eisini viðurkenna, at Jákup Mørkøre ar ikki ólýðin og óloyalur og at tað er skeivt, tá ið sagt verður í uppsøgnini, at hann hevur megnað at stjórna Landssjúkrahúsinum á nøktandi hátt.
Tí er Almanna- og Heilsumálastýrið dømt at gjalda Jákupi Mørkøre 60.000 krónur í endurgjaldið. harafturat skal stýrið rinda 40.000 krónur í sakarmálskostnaði.