– Eg havi nú havt handil í 7 ár, men eg havi ongantíð verið til arbeiðis. Tí at vera í handlinum er sum at vera heima fyri meg.
Soleiðis sigur føroyski vín-kongurin í Keypmannahavn, Sólfinn Danielsen, sum eigur og rekur hugnaliga vínhandilin á Norðurbrúgv, Rødder & Vin.
Hann hevur sum so nógv onnur vinnurekandi merkt til koronu-farsóttina. Men hann var skjótur at finna upp á eina alternativa loysn - at súkkla út til kundarnar við vínfløskum, sum teir bíløgdu.
– Eg helt hetta var ein fínur máti at stuðla boðunum frá myndugleikunum um at halda seg heima. Men fyri meg var tað líka so nógv eitt slag av terapi. Eg mátti jú gera okkurt fyri at halda meg sjálvan í gongd, sigur Sólfinn Danielsen í samrøðu við Sosialin.
– Fólk hava latið so væl at hesum, at tað nú er blivið fastur partur av handlinum. Sjálvt um alt er latið upp aftur, sigur Sólfinn, sum enn ikki tekur nakað eykagjald fyri at súkkla út við víni í ryggsekkinum.
Les longri samrøðu við sandvíkingin Sólfinn Danielsen í nýggjasta Sosialinum, sum kom út í síðstu viku.