Tórshavnar Musikkskúli hevur tað ikki gott. Hann er spardur inn á bein og ídag eru bert 45 fulltíðarstørv á skúlanum og næmingatalið er 150 færri enn í 2007 !
Og nú skal sparast enn meira. Við asocialu og mentanarfíggindarligu fíggjarlógini hjá núverandi Landsstýrissamgongu skulu 20 % afturat sparast komandi árini. Hetta vil merkja enn færri lærarar, minni undirvísing, og enn færri nýggjir næmingar. Her fer at enda galið og nógv børn á bíðilistanum verða fólkapensionistar áðrenn tey sleppa framat á skúlanum.
Eg havi sitið í nevndini hjá Tórshavnar Musikskúla seinastu 4 árini so eg veit hvat eg tosi um, hetta er syrgilig gongd. Nevndin hevur ikki havt gott stev við fráfarandi Býráð. Mentanardeildin hjá Býráðnum hevur niðurprioriterað og negligerað arbeiði bæði at bøta um verandi kor á skúlanum og fyri ikki at tosa um nýggja musikkskúlan, nevndin er ongantið tikin uppá ráð.
Tórshavnar Musikkskúli er ídag niðurskorin til at fáa árligar skallutar 6 mio frá Býráðnum. Td., hevði ein meirjáttan uppá 1 mio fyri 2013 gjørt at skúlin kundi tikið 225 næmingar inn av bíðilistanum ! Tøl sum tala.
At Býráðið nú, beint áðrenn valið, sigur at nú skal nýggjur Musikkskúli byggjast ivast vit stórliga í, ongin føst upphædd er sett av til endamálið men bert ein leyslig formulering um flyting millum konti. Musikalskt valflesk ?
Tórshavnar Musikkskúli er perlan í okkara mentanarlívið í Høvuðsstaðnum. Tess lærarar, umframt at undirvísa, eru sjónligir so manga aðrastaðni í Symfoniorkestri, Havnar Orkestri, Aldurbáruni, í dansiorkestrum osfrs., og so ikki at gloyma okkara gávuríka næmingar sum ríka okkum dagligdagin. Eisni vita vit hvussu innlæringin hjá børnum mennist av at spæla ymisk ljóðføri í barnaskúlanum, vit síggja hvussu væl okkara næmingarnar klára seg uttanlanda bæði við víðari lestri innan tónleik og so ikki at gloyma allar kappingarnar har føroyingar gera seg galdandi.
Eg heiti á tykkum 2.409 foreldur um at stuðla mær til Valið. Sum Býráðslimur, heldur enn nevndarlimur í Musikkskúlanum, vil eg fáa ávirkan. Játtanin til Tórshavnar Musikkskúla skal økjast so at okkara lærarar og næmingar aftur fáa sømulig kor, fleiri næmingar skulu inn á skúlan og so skal nýggjur skúlu fáa fyrsta prioteritet, tað lovi eg !
Hjálpið mær at hjálpa tykkara tónleikagávaðu børnum.