Eg ivaðist ikki í at eg fór at smella um

- Tað var ógvuliga óbehagiligt, og eg ivaðist ikki í, at eg fór at smella um, sigur Eli Simonsen, sum fyri nøkrum mánaðum síðani fekk hjartatrupulleikar og mátti skurviðgerast í USA

Tann 23 ára gamli Eli Simonsen av Viðareiði fór í 2011 til USA at lesa. Hann gongur á John Brown University í Siloam Springs, sum er í Arkansas.

 

Eli Simonsen hevur spælt fótbólt á hægsta stigi í Føroyum – bæði við KÍ og B68 – og hann spælir eisini fótbólt í USA.

 

Fyri nøkrum mánaðum síðani bleiv ógreitt, um hann nakrantíð kundi spæla fótbólt aftur. Eli Simonsen fekk hjartatrupulleikar.

 

- Tað kom burt úr ongum. Eg vaknaði um náttina og var illa fyri, hjartað bankaði títt, eg kendi meg trongan og hugsaði, at tað kundi ikki vera rætt, sigur Eli Simonsen.

Hann fór á sjúkrahús, men har dugdu læknarnir ikki at finna nakað.

 

Eina viku seinni hendi tað aftur, at Eli Simonsen fekk eitt herindi í hjartanum. Hann fór enn einaferð á sjúkrahúsið, og hesaferð bleiv hann fluttur á eitt størri sjúkrahús, har hjartaserfrøðingar vóru. Hann fekk at vita, at hann skuldi leggjast undir skurð.

 

- Tá tú fært boðini um, at tú hevur hjartatrupulleikar, so blívur tú sjálvandi nervøsur. Men onkursvegna bleiv eg róligari, tá eg visti, hvat tað var, og hvussu læknarnir kundu hjálpa mær, sigur Eli Simonsen, sum bleiv skurðviðgjørdur og er komin væl fyri seg.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr Eli Simonsen greiða frá gerandisdegnum í Siloam Springs, um fótbóltslívið og hjartatrupulleikarnar.