Tað er ógvuliga ivasamt um tað er rætt at banna kvinnum at ganga í burka og niqab í Føroyum
Tað heldur Jenis av Rana, løgtingsmaður fyri Miðflokkin, og formaður floksins.
Miðflokkurin hevur longu havt sín fyrsta uppstillingarfund til næsta løgtingsval, og har varð uppskotið hjá Sjálvstýri um at banna kvinnum í Føroyum at ganga í burka og niqab, eisini umrøtt.
Niqab eru klæðir, summar muslimskar kvinnur ganga í, og sum fjala allan kroppin, eisini alt andlitið, uttan sjálvi eyguni. Men burka fjalir eisini eyguni, ofta er bara eitt net at hyggja út ígjøgnum.
Og nú vil Sjálvstýri gera tað ólógligt at ganga í slíkum klæðum í Føroyum og hevur boðað frá, at flokkurin fer at leggja uppskot fyri Løgtingið um hetta. Ein grundgeving fyri at leggja uppskotið fram, er, at tað er kvinnukúgandi.
– Talan er eisini um at verja javnrættindi, og at burka og niqab eru kúgandi fyri kvinnuna, segði Jógvan Skorheim, formaður í Sjálvstýri, herfyri.
Les eisini: Burkabann má viðgerast í friðartíð
Jenis av Rana er formaður í einasta politiska flokki í Føroyum, ið miðvíst førir seg fram at vera ein flokkur, har høvuðsendamálið er at verja kristnu virðini. Og hann ivast stórliga í, um tað er rætt at banna kvinnum at ganga í burka og í niqab.
Áðrenn vit fara at atkvøða fyri einum slíkum upskoti, mugu vit fáa fulla vissu fyri, at tað eisini í roynd og veru tænir tí endamáli, ætlanin var at tæna, sigur hann.
Hann vísir á, at eitt sjónarmið er, at verður eitt slíkt forboð sett í gildi, verður avleiðingin bara, at kvinnur sleppa ikki út yvirhøvur, og so verða tær enn meiri kúgaðar og isoleraðar enn tær longu eru frammanundan.
– Sostatt kann avleiðingin verða, at kvinnan, ætlanin er at hjálpa, verður revsað enn harðari enn hon longu er. Og samstundis gongur maðurin, sum ætlanin er at raka, líka frælsur og óávirkaður runt, sum hann altíð hevur gjørt, sigur formaðurin í Miðflokkinum.
Hann sigur, at tað er ein spurningur, sum má lýsast til fulnar í viðgerðini í Løgtinginum.
Jenis av Rana hevur áður ført tað sjónarmið fram, at vit skulu ikki seta hvørjum øðrum krøv um, hvussu vit ganga ílatin, ella hvørji átrúnaðarligar ímyndir, vit hava.
– Tað er so skjótt, at tað eisini kann vera vent ímóti okkum kristnu, so at heldur ikki vit sleppa at hava tær kristnu ímyndirnar, vit hava, hevur Jenis av Rana ført fram.
Amnesty International í Føroyum heldur lítið um uppskotið um at banna burka og niqab. Les meiri um tað HER
Les eisini: Burkabann tænir ikki kvinnuni